Skuldin á breddan og ES í skuggan

Tað varð í dag greitt, at nýggj stjórn verður skipað í Íslandi. Formliga tekur stjórnin ikki við fyrrenn í morgin, tá ið teir níggju ráðharrarnir fara á ríkisráðsfund á Bessastøðum saman við forsetanum Ólafi Ragnari Grímsson.

38 ára gamli Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, formaður í Framsóknarflokkinum, er nú forsætisráðharri í meiriluta samgongustjórnini millum Framsóknarflokkin og Sjálfstæðisflokkin hjá Bjarna Benediktsson, sum er nýggjur fíggjarmálaráðharri. Sjálfstæðisflokkurin eigur fimm ráðharrar og í fyrsta umfari eigur Framsóknarflokkurin fýra ráðharrar. Eftir onkrar umskipingar fer Framsóknarflokkurin eisini at eiga fimm ráðharrar. Sjálfstæðisflokkurin eigur formannin í nýggja altinginum.

Formenninir í samgonguflokkunum løgdu á tíðindafundi stutt undan middegi í dag sínar ætlanir fram, eftir at formaðurin í Framsóknarflokkinum fyrrapartin hevði verið á Bessastøðum hjá forsetanum, Ólafi Ragnar Grímsson, og boða honum frá, at tað nú var eydnast at skipa stjórnina, sum forsetin stutt eftir altingsvalið 27. apríl heitti á Sigmundur Davíð Gunnlaugsson um at royna at skipa.

Íslendingar eru skuldartyngdir, og tað er einki at liggja omaná, at tað var lyftið frá Framsóknarflokkinum um, at hann fór at syrgja fyri, at skuldin hjá húsarhaldunum skuldi minkað, ið var høvuðsorsøkin til, at flokkurin var stóri vinnarin á valinum. Á tíðindafundinum í dag segði nýggi forsætisráðharrin, at hesin spurningurin hevur hægstu raðfesting, men hann segði ikki so nógv ítøkiligt um, hvussu ætlanin er at loysa hesa avbjóðingina.

Fyrrverandi stjórnin samráddist við ES um treytirnar fyri íslendskum limaskapi, og umleið helmingurin av teimum 33 so kallaðu samráðingarkapitlunum vóru komnir upp á pláss . Nýggja stjórnin fer ikki at halda fram við samráðingunum, og sambært samgonguskjalinum verður einki gjørt við spurningin um ES limaskap, fyrrenn fólkið hevur tikið støðu á fólkaatkvøðu. Einki verður sagt um, nær fólkaatkvøðan skal vera.

Borgarliga stjórnin ætlar at lækka gjøldini hjá fiskivinnuni, og ætlanir eru eisini um skattalækkingar. Tað fer at bera búskaparvøkstur og harvið størri skattainntøkur við sær, siga stjórnarflokkarnir.