Ein maður úr Norðurjyllandi viðgekk í dag, at hann royndi at fremja sjálvmorð og at taka báðar døtur sínar við sær í deyðan í einum bileldi nærhendis Berlin seinasta summar. Tað segði maðurin, tá hann kom fyri rættin í týska býnum Potsdam í dag.
Týska løgreglan hevur ákært mannin fyri at hava doyvt genturnar við sovitablettum, áðrenn hann setti eld á bilin, sum tær vóru í. Sjálvur fekk hann stóran skaða av brunasárum, men slapp við lívinum.
Líkskoðanin av teimum báðum gentunum, sum vóru 9 og 10 ára gamlar, staðfesti, at tær høvdu royk í lungunum, og tí er pápin ákærdur fyri at hava brent tær livandi. Hann kann fáa lívlanga fongsulsrevsing.