Skuldi revsa Arbeiðaraflokkin fyri landasvik

Rætturin í Oslo gjørdi fyri løtu síðani av, at Anders Behring Breivik skal sita í varðhaldi í átta vikur, harav hann skal sita avbyrgdur í fýra vikur. Hann kann bara tosa við sín verja, og hanjn sleppur ikki at skriva brøv ella at fáa brøv. Hann sleppur heldur ikki at lesa bløð og fær heldur ikki atgongd til útvarp og sjónvarp.

Rætturin gjørdi eftir kravinum hjá ákæruvaldinum og løgregluni, sum heldur, at tann ákærdi kann ávirka løgreglukanningarnar, um hann ikki verður settur í varðhald uttan samband við umheimin.

Dómarin upplýsti í sambandi við úrskurðin, at á rættarfundinum hevði Anders Behring Breivik tosað um "to celler i vor organisation", men dómarin vildi ikki siga, hvat hetta snúði seg um. Norskir fjølmiðlar siga, at hetta kann vera tað, sum tann ákærdi fyrr hevur sagt um ein riddaraordan, sum hann sigur seg vera uppií.

Um málið við sínum atsóknum hevði Anders Behring Breivik sagt rættinum, at málið var at raka Arbeiðaraflokkin, sum hann legði undir at innflyta islam til Noregs. Eitt annað mál var at bjarga Noregi og Vesturheiminum undan islamskari valdstøku.