Skuldi heldur lisið uppritið enn tosa um meg

Tað er skyldan hjá Landsverki at upplýsa landsstýrismannin í Vinnumálum um allar møguleikar. Gjørdu vit ikki tað, høvdu vit trupulleikar við embætisførsluni, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki

- Tað er okkara skylda at upplýsa okkara landsstýrismann, tí hevði tað verið eitt álvarsamt forsømilsi, um vit ikki greiddu Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í vinnumálum frá møguleikanum við at leggja báðar tunlarnar í eitt og sama felag.

Tað sigur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki.

Í kjalarvørrinum á úttalilsunum hjá Magna Laksáfoss, fíggjarmálaráðharra um at steðga við Sandoyartunlinum, hava tey á Landsverki gjørt áðurnevnda upprit til landsstýrismannin í Vinnumálum, Bjarna Djurholm.

Í uppritinum verður sagt, at um báðir tunlarnir, Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin verða lagdir í eitt og sama felag, so kann Sandoyartunnilin gerast uttan eina almenna krónu úr landskassanum.

Í blaðnum í dag leggur Gerhard Lognberg, løgtingsmaður, Landsverk undir at vera ímóti, at bæði Sandoyartunnilin og Dalstunnilin verða gjørdir, og at Oyvindur Brimnes roynir at seta fólk uppímóti hvørjum øðrum.

Men tað passar ikki, sigur Oyvindur Brimnes.

- Vit hava einki ímóti, at hasir tunlarnir verða gjørdir, og vit virða og virka eftir teimum samtyktum, sum verða gjørdar. Men tað er okkara skylda at upplýsa okkara landsstýrismann um viðurskiftini. Gjørdu vit ikki tað, so høvdu vit ein álvarsligan trupulleika við embætisførsluni, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, sum leggur dent á, at talan er um eitt innanhýsisupprit, sum Sosialurin hevur fingið alment innlit í frá Vinnumálaráðnum.