Ein 21 ára gamal maður úr Bangla Desh varð í gjárkvøldið varðhaldsfongslaður í New York fyri at hava havt ætlanir um at bumba amerikanska tjóðbankan og at beina fyri Barack Obama, forseta. Sambært sjónvarpinum ABC verður hann helst ákærdur fyri bumbuætlan og fyri at hava tilknýti til yvirgangsfelagsskapin al-Qaeda.
Nafis varð tikin, tá hann royndi at seta ein bil við 500 kilo av spreingievni uttan fyri tjóðbankan. Talan var um eina fjarstýrda bumbu, sum hann kundi spreingja við einari fartelefon. Men í roynd og veru var ongantíð nakar vandi á ferð, tí í veruleikanum var eingin bumba í bilinum. Nafis hevði útvegað sær spreingievni, men ann visti ikki, at tað var ein agentur hjá samveldisløgregluni FBI, sum hevði latið honum evnið, sum kortini ikki var spreingievni.
Tá hann hevði sett bilin uttan fyri tjóðbankan á Manhattan, for Nafis á eitt hotell at bíða, men áðrenn hann visti av, kom løgreglan eftir honum.









