Størsta hóttanin móti fólkaskúlanum eru sparingar og tepra játtanin til fólkaskúlan.
Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag í Skúlablaðnum í dag.
– Siga vit, at hámarksferðin er 80 km um tíman, so koyra skúlarnir 85; teir mugu tamba lógina fyri at fáa alt at hanga saman. Eitt dømi er, at fer ein flokkur upp um 15 næmingar í svimjing, skal eyka lærari setast inn, tí tað sigur lógin. Í kvotuni, sum Mentamálaráðið letur skúlunum, er hesin lærarin ikki roknaður uppí, so tí mugu teir taka hann frá aðrari lærugrein ella minka um tímar onkrastaðni. Um hann tekur tímar frá miðfirraðu tímunum ella minkar um tímatalið í onkrari lærugrein, veit eg ikki; eg veit bara, at hann má taka tímarnar onkrastaðni frá, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags.
Hann heldur, at tað at politiski myndugleikin, uttan fyrilit, pínir fólkaskúlan niður fíggjarliga, rakar fyrst og fremst starvsfólk skúlans, lærarar og leiðslur, men í longdini eru tað næmingarnir og skúlin, sum stovnur, sum verða fyri bakkasti, vísir formaður Føroya Lærarafelags á.
– At so fáir tímar eru í skipanini er drepandi og køvandi fyri menningina av skúlanum, og eingi tekin eru um, at tað fer at verða øðrvísi. Menningin, sum átti at verið, verður ikki, tí karmarnir eru ov trongir.
Í 2012 vóru lønarútreiðslurnar til fólkaskúlan 275 mió. kr. Sambært fíggjarlógini fyri 2015 er játtanin 293 mió. kr.
– Í turrum tølum er talan um eina hækking upp á 18 mió. kr, og tað ljóðar av nógvum. Men samstundis vita vit, at við øktu útreiðslunum til pensjónsinngjald og við eini miðal lønarhækkan seinastu árini um 1%, so dýrka lønarútreiðslurnar til fólkaskúlan við áleið 5 mió. kr um árið. Av vøkstrinum frá 2012 til 2015 er tær fyrstu 15 mió. kr. farnar til at halda verandi støðið, og tá er lítið eftir av tí, sum sá út sum ein økt játtan. Avleiðingin av niðurbræðingini av fólkaskúlaøkinum sæst aftur í eini tímajáttan til einstaka skúlan, sum so dánt lýkur lógarkrøvini og ikki minst í teimum standandi trupuleikunum at fáa stuðul og hjálp til næmingar við serligum tørvi, sigur Herálvur Jacobsen í Skúlablaðnum.