- Vit fara nú at seta ein arbeiðsbólk at arbeiða við, hvørjir karmarnir í skúladeplinum skulu verða.
Tað sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu. Hann vísir á, at nýggi skúladepilin er tann stóra verkætlanin, sum liggur fyri framman í kommununi.
- Vit fara nú at seta ein arbeiðsbólk at arbeiða við, hvørjir karmarnir í skúladeplinum skulu verða. Hetta verður ein framtíðarskúli, har verandi skúlabygningar á Oyrarbakka ganga inn sum partur av nýggja deplinum.
Hann sigur, at kommunan skal eisini hava eina ítróttarhøll knýtta at skúladeplinum.
- Felagsskúlin á Oyrarbakka varð høvuðsumvældur fyri nøkrum árum síðan fyri 23 miljónir krónur, so hann er í besta standi. Haraftrat hevur kommunan Norðskála/ Oyrar skúla, sum eisini verður partur av nýggja deplinum.
Borgarstjórin vísir á, at bygt verður saman og bygt verður aftrat, og borgarstjórin vissar um, at talan verður um ein góðan framtíðarskúla á Oyrarbakka til næmingar heilt úr 1.flokki og upp í 10. flokk.
Hann væntar, at samlaða íløgan í skúladepilin fer at liggja um einar 60-65 miljónir krónur.
- Hetta verður ein depil við øllum skúla-og hallarfasilitetum, góðum ferðsluviðurskiftum og parkeringsmøguleikum, bæði fyri næmingar, lærarar og onnur, sum koma at brúka depilin.
Heðin Zachariasen er onga løtu í iva um, at nýggi skúladepilin fer at geva kommunu og tess borgarum, lærarum og næmingum, nógv betri møguleikar enn teir, sum eru í dag.