Skrúvuguðstænasta í Hoyvík

Í Hoyvíkar kirkju hevur verið vanligt at hava sonevndar skrúvuguðstænastur, og hava hesar verið væl vitjaðar.

 

Og nú verður aftur ein slík á skránni.

 

Mikukvøldið 6. oktober kl. 17.30 verður aftur skrúvuguðstænasta í Hoyvíkar kirkju.

 

Theodor E. D. Olsen, prestur, fortelur eina søgu, og so verður farið niður undir til ein góðan bita, frættist úr Hoyvíkar kirkju.