Tað ber ikki til at finnast at løgmansskrivstovuni fyri tað um hon noktaði at geva fult innlit í ein fund ímillum løgmann og danska forsætismálaráðharran, har málið um at niðurleggja Landsbankan, var eitt mál, sum varð umrøtt.
Tað sigur Løgtingsins Umboðsmaður.
Dimmalætting hevði biðið um innlit í fundarfrásagnina, men tað noktaði Løgmansskrivstovan, tí talan var um eitt innanýsis skjal.
Tað var Dimmalætting ikki nøgd við og kærdi avgerðina til Løgtingsins Umboðsmann.
- Eg havi havt høvi at lesa fundarfrásøgnina ígjøgnum. Talan er um eina einsíðuga fundarfrásøgn, sum má metast at vera gjørd til egna nýtslu hjá Løgmansskrivstovuni, staðfestir Løgtingsins Umboðsmaður.
- Tað er tí eingin ivi um, at fundarfrásøgnin er at meta sum eitt innanhýsis skjal, har útgangstøðið er, at tað er ikki fevnt av rættinum til alment innlit.
Løgmansskrivstovan sigur, at verður skjalið alment, kann tað skaða møguleikarnar framyvir at fáa í lag óformligar fundir við danska forsætismálaráðharran.
Løgtingsis umboðsmaður sigur, at hon kann ikki finnast at avgerðini hjá Løgmansskrivstovuni um ikki at veita Dimmalætting meirinnlit í umrøddu fundarfrásøgnina.