Skrivað um sítt egna lív

Mánadagin 13. november fyllir merk­is­kvinnan Hjørdis Háberg 90 ár.

Í hesum sambandi gevur Forlagið Leirkerið í Gøtu út bókina “Minnisbrot”, ið er skrivað úr tilfari, sum Hjørdis sein­astu 10 árini hevur skrivað um sítt egna lív, frá tí hon var smágenta til í dag. Bókin verður løgd fram á føðingardegi hennara, sum verður hild­in á Parnassinum á Hotel Hafnia mán­a­dagin 13. november frá kl. 16-20.