Skriva frágreiðing um útblakaðan fisk

Fiskirannsóknarstovan skrásetir fisk, sum verður tveittir fyri borð. Áðrenn jól kemur ein frágreiðing um støðuna

? Eg haldi ikki, at útblaking av fiski er ein stórur trupulleiki í løtuni, sigur Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni.

Fiskirannsóknarstovan hevur seinastu tvey árini skrásett, hvussu nógv av fiski fer fyri skeytið. Og tað er einki at dylja yvir, at fiskur verður tveittir fyri borð aftur, hóast lógin sigur, at einki má tveitast fyri borð aftur.

? Fiskur fer fyri borð í størri og minni nøgdum, staðfestir Hjalti í Jákupsstovu. Serliga er talan um fisk, ið ikki er handilsvøra ella tað ikki er marknaður fyri í Føroyum. Nevnast kunnu skrubba, skøta, hávur og krabbi.

? Í einum størri landi er ein marknaður og keyparar til hesi fiskasløg, men í Føroyum tykist hetta verða trupult. Onkur hevur fingist eitt sindur við hetta, sigur stjórin á Fiskirannsóknarstovuni.


Ikki politi

Hjalti í Jákupsstovu sigur, at teir í løtuni hava fólk við umborð á fiskiskipum.

? Vit eru umborð fyri at skráseta, hvat tað er sum hendir viðvíkjandi útblaking av fiski, sigur hann og leggur aftrat.

? Vit hava ikki skyldu at boða Vaktar & Bjaringartænastuni frá nøkrum av tí, vit skráseta. Vit eru bert eygleiðarar og ikki politistar, sigur hann.

Úrslitið av hesum skrásetingum kemur sum ein frágreiðing einaferð áðrenn jól.rt gav Djóna gula kortið, eftir at hann hevði runnið hálvan vøll eftir Allani Mørkøre, sum hevði tikið beinini undan Ian Højgaard, uttan at bólturin var nærhendis. Allarhelst átti talan tá at verið um tvey reyð kort.

Sum um totala eyðmýkingin av HB liðnum ikki var nóg mikið, so kundi Christian Høgni at enda seta punktum, tá eitt mótálop endaði við, at hann gjørdist leysur, soleiðis at reina hat-trick hansara varð veruleiki.


Undirhaldandi

Samanumtikið má sigast, at hóast talan ikki var um ein av best leiktu dystunum í ár, so var talan um undirhald á høgum støði.

Hvørki viðhaldsfólk ella leikarar hjá HB mundu vita, um tey skuldu flenna ella gráta, meðan risamøguleikarnir vórðu burturspiltir. NSÍ viðhaldsfólkini mundu hinvegin vera í góðum lag, og hóast alt eiga leikararnir hja NSÍ eisini rós uppiborið fyri sín leiklut.

Alir sum ein stríddust teir fyri felags søk síni, men tað vóru serliga tríggir leikarar, sum tosað varð um eftir dystin.

Christian Høgni Jacobsen fekk trý mál úr trimum møguleikum, harav málið til 4-2 var ein sonn perla. Rúni Joensen kom sjálvsagt eisini í fokus, orsakað av væntandi HB málunum, og so skal superveteranurin, Abraham Løkin, eisini nevnast. Tá hann fyrstu ferð royndi seg í fremsu fótbóltsdeildini, vóru fleiri av liðfeløgum hansara ikki føddir, men hetta sær ikki út til at gera mun. Fótbóltsheilan hevur hann enn sum fáur, men tað, sum er mest hugtakandi, er hvussu nógvar bóltar hann framvegis megnar at fáa fatur á. Heldur hann fram á sama hátt, er eingin forðing fyri, at hann eisini komandi árini tekur okkurt tørn fyri NSÍ.

Hjá vertunum mundi Hans á Lag vera einasti leikari, sum spældi sum ein komandi føroyameistari, meðan liðfelagar hansara mugu taka í egnan barm, um teir framhaldandi ætla sær at vera partur av FM-stríðnum.


HB-NSÍ 2-5 (1-2)

1-0: Pætur Dahl 5.

1-1: Dánjal Hansen 30.

1-2: Sjúrður Jacobsen 44.

2-2: Bárður Mortansson 51.

2-3: Christian Høgni Jacobsen 53.

2-4: Christian Høgni Jacobsen 56.

2-5: Christian Høgni Jacobsen 90.


HB:

Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Florin Miháescu, Hans á Lag, Janus Joensen ? Gigi, Rúni Nolsøe, Símun Eliasen, Pætur Dahl ? Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum


NSÍ:

Rúni Joensen ? Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Ian Højgaard, Abraham Løkin, Jónstein Petersen ? Dánjal Hansen, Christian Høgni Jacobsen