Minst 60 fólk doyðu, tá ein skriða leyp á einari oyggj nærhendis Rio de Janeiro í Brasil nýggjársdag. Myndugleikarnir siga, at fleiri gistingarhús og onnur hús komu at liggja undir skriðuni, sum helst stóðst av áhaldandi regni í fleiri dagar.
Guvernørurin í Rio sigur, at á einum gistingarhúsi vóru 40 fólk, teirra millum fleiri børn. Sum skilst hava minst 26 av teimum 40 latið lív.
Brasilsku myndugleikarnir stúra fyri fleiri skriðulopum orsakað av tí nógva regninum. Teir leggja afturat, at skriðuvandin darvar bjargingararbeiðinum.