Skrellimenninir verða gloymdir í almenna rúminum og fáa ikki ta viðurkenning, sum teir áttu at fingið. Tað heldur Thilda Gaardlykke, sum á Facebook hevur gjørt vart við leiklutin hjá skrellimonnunum í samfelagnum.
- Nú verður nógv snakkað um, hvør skal fáa heiðurin sum ársins stjóri, ársins leiðari, ársins leikari o.s.fr. Síður verða skrivaðar upp og niður í miðlunum um, hvussu gott øll hesi hava gjørt tað. Men ein fakbólkur, sum ongantíð verður nevndur sum ársins nakað, eru skrellimenninir, skrivar hon.
Í gjár var óveður kring alt landið, og tað er í slíkum umstøðum, at Thilda Gaardlykke heldur, at mann átti at virðismett skrellimenninar meira.
- Ein dag sum í gjár, har tað var kolandi stormur, regn og ísakalt, eru teir úti til arbeiðis og renna frá húsi til hús eftir okkara skrelli, uttan at nakar sum so gevur sær far um tað, skrivar hon og sigur til síðst, at skrellimenninir fáa hennara atkvøðu, um ársins arbeiðsjarn skal finnast.