Skráin fyri HM áttandapartsfinalurnar klár

Danmark og Svøríki spæla ímóti hvørjum øðrum sunnukvøldið. Noreg spælir eisini sunnukvøldið

Skráin fyri áttandapartsfinalurnar í HM-endaspælinum í hondbólti fyri kvinnur, sum er í Danmark í hesum døgum er løgd.

 

Í morgin sunnudagin er skráin hendan :

 

Klokkan 19.30 : Rumenia-Brasil

Klokkan 19.30 : Noreg-Týskland

Klokkan 19.45 : Danmark-Svøríki

Klokkan 19.45 : Niðurlond-Serbia

 

Skráin fyri mánadagin 14. desember er hendan :

 

Klokkan 16,45 : Spania-Frakland

Klokkan 17.00 : Pólland-Ungarn

Klokkan 19.20 : Russland-Suðurkorea

Klokkan 19.45 : Montenegro-Angola

 

Stórur spenningur er um dystin millum Danmark og Svøríki. Svøríki er ósigrað í kappingini higartil við fýra sigrum og einum javnleiki. Donsku kvinnurnar hava tapt tveir teir seinastu dystirnar ímóti Montenegro og Ungarn.

 

Í Noregi hava tey góðar vónir um, at teirra lið megnar at koppa Týsklandi í áttandapartsfinaluni.