Skraddaraseymaðar Føroyaferðir

Fyri stuttari tíð síðani lat eitt nýtt ferðaráð upp í Keypmannahavn. Felagið eitur »My Faroe«, og bjóðar skraddaraseymaðar ferðir til Føroya og Grønland. Fríggjadagin gevur felagið út ferðaskrá sína fyri 2005

Fríggjadagin 3. desember kemur nýggja ferðaskráin fyri Føroyar og Grønland fyri 2005 út. Talan er um eitt sonevnt inspirations- og rejsekatalog. Í skránni stendur millum annað, at My Faroe bjóðar skraddaraseymaðar ferðir til Føroya og Grønlands. Gjøgnum samrøður við kundan um ynski og krøv, verður skipað fyri bæði bólkaferðum, arbeiðsferðum og privatferðum til oyggarnar, sum bjóða alt frá villari náttúru, søguligum minnum og til nútímans shopping.
Tað eru persónligu upplivingarnar hjá Therese Turidardóttir Kreutzmann, ið er stjóri á My Faroe, ið liggja til grund fyri nýggju ferðaskránni. Therese hevur búð í Føroyum meginpartin av lívinum.
Í ferðaskránni ber millum annað til at lesa um lívið í tjúkkum mjørka, ódálkaða náttúru, 70.000 seyðir og fantastiska føroyska friðin, sum gevur bæði likami og sál nýggja orku.
Hon greiðir frá um serligar túrar og upplivingar, sum geva góðan íbastur til eina Føroyaferð.
Í Tíðindaskrivið stendur soleiðis um Therese Turidardóttir og My Faroe..
»Tað merkist tíðiliga, at hon veruliga ber ein sterkan kærleika til landið... Tað er nógv, sum Føroya eksperturin vil býta við øllum øðrum. My Faroe kann nú vísa øllum heiminum hvagani Therese kemur, og eisini víðarigeva allar tær góðu søgurnar og fantastisku upplivingarnar«

jólahugni
Í sambandi við, at nýggja ferðaskráin verður løgd fram 3. desember kl. 13 í Føroyingahúsinum á Vesterbrogade 17 a, 1 hædd, bjóðar My Faroe øllum áhugaðum til jólahugna í Føroyingahúsinum.
Tey bjóða, gløgg og holukøkur saman við livandi ljósum.
Guðrun Sólja fer at syngja løg av nýggju fløguni, sum verður útgivin í januar. Hon byrjar at syngja umleið kl 15.45 og fer at syngja í ein hálvan tíma.
Eisini verður føroyskt design í hásæti. Dudas Design, sum vanligvís húsast í Vanløse, kemur 3. Desember at vera í Føroyingahúsinum, har høvi verður at síggja nýggjasta trendin innan føroyskt design.
Tey, ið hava hug at koma, skulu av praktiskum grundum melda seg til hjá therese@myfaroe.dk ella á tlf. 33313600

eys