Skráseting Føroya kannar Eik Grunnin

Skráseting Føroya kann upplýsa, at Skrásetingin hevur avgjørt at seta í verk eina gransking av Eik Grunninum.

Granskingin er sett í verk til tess at fáa kannað nærri tey viðurskifti, sum førdu við sær, at Eik Grunnurin kom í fíggjarligar trupulleikar og gjørdist insolventur. Undir hesum verður kannað um brot eru framd á lóg um vinnurekandi grunnar.

Granskingin fevnir eitt nú um grunnurin er fyrisitin á nøktandi hátt og um ein møgulig samanblanding av fíggjarviðurskiftum hjá grunni og banka er farin fram.

Granskingin skal serliga snúgva seg um viðurskiftini seinastu 5 roknskaparárini, t.e. roknskaparárini 2006- 2010.

Skráseting Føroya hevur tilnevnt advokat Eyðfinn Jacobsen, Faroe Law sum granskingarfólk sambært § 59 í lóg um vinnurekandi grunnar.

Tá ið Skráseting Føroya hevur fingið granskingarfrágreiðing frá granskingarfólkinum, fer Skrásetingin at taka støðu til, hvussu farið verður víðari fram í málinum.

Tað boðar Skráseting Føroya frá í skrivi.