Eirikur Lindenskov
»Høgt uppi í trænum sveiggjar Stóra Skrímsl og sigur frá sínum ævintýrum á vandamikla Skrímslatindi.
Niðri undir trænum stendur lítla skrímsl og letst ikki at ræðast hæddir.
– Eg tori at klintra upp á Filsnafløtti! reypar hann.
– Nær fert tú? spyr Stóra Skrímsl.
Eg komi við!«
Soleiðis byrja sætta skrímslabókin. Bøkurnar eru nú á sjey málum og hava fingið virðislønir og viðurkenningar og frálík ummæli. Stór og smá í mongum londum elska skrímslini bæði, og bøkurnar hava fingið virðislønir og viðurkenningar og frálík ummæli uttanlands.
Og tað er ikki uttan grund, at teimum smáu dáma so væl skrímslini. Onkusvegna hava høvundarnir megnað at viðgera fleiri av teimum evnum, ið upptaka yngru børnini. Í hesari bókini ræðist lítla skrímsl hæddir. Men tað er sjálvandi ikki nakað, man sigur fyri øðrum og slett ikki Stóra Skrímsli, ið torir at klintra øgiliga høgt. Í staðin reypar man sær og sigur seg tora alt møguligt. Málið í bókunum líkst sera nógv barnamálinum. Skrímslini reypa og tosa um at draga svørð og høgga hvød av drekum – júst sum lítil børn gera – kanska serliga dreingir.
Tað eru Rakel Helmsdal, Kalle Guettler og Áslag Jonsdóttir, ið hava skrivað og myndprýtt. Bókin er 34 blaðsíður