Skrá fyri sølustevnuna á Tvøroyri

Stevnan byrjaði í gjár og heldur fram í dag, í morgin og sunnudagin

Fríggjadagur


Kl.16.00:Stevnan letur upp

Kl.18.00:Jessie og Sára úr Porkeri dansa ?Creamy?

Kl.20.00:Mótasýning

Kl.21.30:Lutakast ímillum tey seldu atgongumerkini

Kl.22.00:Stevnan letur aftur


Leygardagur


Kl.14.00:Stevnan letur upp

Kl.15.00:Jessie og Sára úr Porkeri dansa ?Creamy?

Kl.17.30:Ragnar úr Vík syngur country

Kl.19.00:Mótasýning

Kl.20.30:Lutakst ímillum tey seldu atgongumerkini

Kl.21.00:Stevnan letur aftur



Sunnudagur


Kl.16.00: Stevnan letur upp

Kl.17.00: Chalder Geo spælir

Kl.19.00: Gallashow við mótasýning, tónleiki, har Magni og Rakul spæla og lutakasti ímillum tey seldu atgongumerki. Kunngjørt verður, hvør fyritøka vann atkvøðugreiðsluna um at hava tann vakrasta básin.

Kl. 20.00 Stevnan endar


Hoppiborg, klovnar og tombola

Alla tíðina, ímeðan sølustevnan er í ítróttarhøllini, er eisini hoppiborg og tombola inni í skúlahøllini, í skúlanum, sum er samanbygdur við ítróttarhøllina.

Vinningarnir í tombola eru bæði kakur og annar matur, bamsur og ein ørgrynna av páskareggum.

Men leygardagin klokkan 16 fara eisini klovnar úr Havn at hava ymiskt skemt fyri børnunum



Sterkir suðuroyingar royna seg

Á sølustevnuni á Tvøroyri hevur Super Dekk service í Havn tvær kappingar, har sterkir suðuroyingar í øllum aldri sleppa at royna seg.

Tað eru tvær kappingar í at lyfta dekk, ein kapping er fyri vaksin og ein kapping er fyri børn.

Kappingin fyri børn verður á básinum hjá Super Dekk Service leygardagin kl. 16. Har skulu børn royna at reisa eitt lastbiladekk upp.

Tey, sum orka tað, eru við í einum lutakasti, har tríggir vinnarar skulu finnast, og teir fáa ein treylara í part at spæla við.

Kappingin fyri vaksin verður leygardagin, umleið klokkan 18.30, ella aftaná at Rangar í Vík hevur havt sína framførslu. Enn er ikki greitt, akkurát, hvar í høllini hendan kappingin verður.

Men í hesari kappingini sleppa suðuroyingar at royna seg at reisa eitt dekk av eini gravimaskinu.

Tað vigar 300 kilo og hetta er sama dekkið, sum Regin Vágadal, og aðrir sterkir menn, brúka í kappingini um at verða Føroya sterkasti maður og í kappingini um at verða sterkasti risi í Atlantshavi (Atlantic Giants).

Teir, ið eru mentir at reisa dekkið upp, eru við í einum lutakasti, har tveir vinnarar skulu finnast. Hvør vinnari fær fýra Goodyear summardekk til persónbil. Men teir, sum orkaðu at reisa dekkið, men sum ikki vinna í summardekkini í lutakastinum, verða ikki við sviðusoð fyri tað, tí teir fáa 25% í avsláttri, um teir keypa dekk frá Super Dekk á stevnuni.

Til stuttleika skal eisini nevnast, at tá í hendan kappingin var á á sølustevnu á Skála, vóru tað einir 15 mans, sum orkaðu at reisa tað. Hendan sølustevnan fer so at geva okkum eina ábending um, antin suðuroyingar eru líka treystir, sum eysturoyingar.