Samgonga og val
Jan Müller
-Tíðin er komin hartil, at Fólkaflokkurin rannsakar seg sjálvan og tekur upp til nýggja viðgerð samarbeiðið við Tjóðveldisflokkin sigur Birgir Danielsen, fyrrv. løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin. Hann heldur tað hevði verið best fyri Fólkaflokkin, um broytingar vórðu gjørdar í samgonguni soleiðis at Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin myndaðu ein greiðan meiriluta og fingu gjørt ein sáttmála við Danmark við td. broytingum í Heimastýrislógini á sjálvstýrisleið, men heldur hann tó, at tað tað er ivasamt, um Anfinn Kallsberg torir at ganga við til tað. -Men verður hann ikki við uppá tað nokk so skjótt, so fer tíðin at ganga undan, og tá verður tað ikki henda samgongan, sum fer at samráðast um komandi broytingar í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark.
Birgir Danielsen heldur, at tíðin eisini er eisini við at ganga undan hjá Tjóðveldisflokkinum, sum bert hevur tann eina møguleikan og hann er nú.
Nú tað nærkast landsfundinum hjá Fólkaflokkinum metir Birgir Danielsen, at samgonguspurningurin fer at verða frammaliga á skránni og har ikki minst leikluturin hjá løgmanni. Sjálvur vísir hann á, at Anfinn Kallsberg, løgmaður er ein sera lagaligur maður og hevði hann verið í góðum selskapi, so hevði hann eisini kunnað gjørt okkurt gott. -Men eg beri hann ótta fyri, at løgmaður er í ringum selskapi, sum megnar at drega hann eftir nøsini. Og tí er støðan sum hon er.
Hetta metir Birgir Danielsen fer at geva Fólkaflokkinum stórar trupulleikar til næsta væl.
-Flokkurin kann - heldur hann fram við verandi linju - lættliga missa einar tríggjar tingmenn. Tað er ein veruleiki, at flokkurin hevur valt sær skeivan samstarvspartnara. Hann skuldi havt valt sær Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin til samstarvspartnara og lagt upp til eitt áramál uppá 10 til 20 ár í sambandi við ríkisrættarligu viðurskiftini og kanska nátt nøkrum ítøkiligum úrslitum rættiliga skjótt. Harvið fingu vit sett eina menningarprosess í gongd, sum endar við, at vit fingu tað sjálvstýri, sum vit skulu hava sigur ein avgjørdur Birgir Danielsen, sum ikki roknar við, at samgongan heldur tíðina út.