Ískoyti til efturlønina

Danska fakblaðið "Fagbladet 3F" hevur í fleiri greinum víst á, at nógvir pensionistar, sum fyrr hava arbeitt í øðrum Norðurlondum, ikki fáa ta pensión teir hava rætt til. Spurninurin er, um føroyingar eisini hava hendan rætt

Í 1946 gjørdu Danmark og Svøríki eina skiftisavtalu í samband við arbeiðsmegi í báðum londunum, og í 1954 samdust Danmark, Svøríki, Norra, Finland og Ísland um at seta á stovn ein opnan arbeiðsmarknað.

Sambært hesi avtalu hava pensionistar, sum fyrr hava starvast í øðrum Norðurlondum í trý ár, rætt til hesa eyka eftirløn. Tó gloyma, ella lata tey vera við at koma við upplýsingunum, tá tey søkja um fólkapensión.

Mánaðarligar upphæddir upp á 1.000 kr ella meira vera ikki útgoldnar tí at pensjónistarnir ikki hava upplýst, at teir hava arbeitt í einum øðrum Norðurlandi sum t.d. Svøríki ella Norra.

Í 1949 arbeiddu 18.000 danir í Svøríki, stendur í 100 ára minnisritinum hjá LO. Í tíðarskeiðinum frá 1964 til 1980 fóru gott 25.000 danir av landinum til Svøríkis at arbeiða sambært donskum hagtølum. 5.200 danir fáa sum nú er eftirløn frá Svøríki, upplýsir ein stovnur undir danska heilsumálaráðnum. Óiva hava fleiri føroyingar verið við í hesum arbeiði uttanlands.

Í Danmark skulu umsóknirnar koma frá pensiónsskrivstovuni hjá lokalu kommunum og sendast til Den Sociale Sikringsstyrelse.

Í Fagbladet 3F er eitt dømi um 67 ára gamla Leif Jensen, sum býr norðan fyri Køge.
Umframt sína donsku efturløn fær hann umleið 400 krónur um mánaðin í svenskari efturløn. Hetta kemst av, at hann sum ungur starvaðist í Svøríki í 1950-inum.

Tá Leif Jensen í november 2004 fekk umsóknarblaðið til sína fólkapensión, helt hann tað ikki vera neyðugt at siga frá tíðarskeiðnum, tá hann sum ungur arbeiddi í Svøríki. Hann hevði jú rætt til fulla efturløn frá heimlandi sínum, og ivaðist hann tí í, um tað fór at fáa negativa ávirkan á hansara donsku pensión, um hann segði nakað um hetta tíðarskeið. Men tað gjørdi tað ikki.

Síðan 1. januar 2005 hevur Leif Jensen fingið mánaðarliga efturløn frá Svøríki, sum eitt ískoyti, afturat hansara donsku efturløn. Afturat tí kom við afturvirkandi kraft ein eingangsupphædd, roknað frá tí hann bleiv pensioneraður til 1. januar.

Áhugavert kundi verið at vita um føroyingar, sum hava arbeitt í øðrum Norðurlondum, hava somu rættindir. Nógvir føroyingar, sum nú eru pensioneraðir, arbeiddu í t.d. í Íslandi. Sum skilst verður fyrispurningur reistur í løgtinginum í hesum sambandi.

Á heimasíðuni www.dss.dk fæst meira at vita um hesar pensiónirnar.