Skotskur dómari til U21 EM-undankappingardystin í Klaksvík

David Munro skal døma U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Andorra við Djúpumýru í Klaksvík komandi fríggjakvøld

U21-landsliðið sum mangan hevur staðið seg væl byrjar hesa EM-undankappingina við einum heimadysti móti Andorra við Djúpumýru norðuri í Klaksvík. Dysturin byrjar fríggjakvøldið klokkan 18, men nógv verður gjørt burturúr við upphiting frá klokkan 16.

 

Tað verður 43 ára gamli skotski dómarin, David Munro sum fer at døma dystin millum Føroyar og Andorra. 

 

David Munro hevur dømt dystir í bestu skotsku fótbóltsdeildini síðani 2019.

 

Hann hevur undan dystinum við Djúpumýru komandi fríggjakvøld klokkan 18 dømt 12 altjóða dystir, so royndirnar eru ikki sørar.

 

Hjálpardómarar vera David McGeachie og Jonathan Bell. Fjórði dómari verður Christopher Graham