Skotskt stig í Týsklandi

Seinnu árini hevur tað víst seg at verða sera trupult hjá skotskum liðum at fáa nakað stig á útivølli yvirhøvur. Hetta eydnaðist tó hjá Glasgow Rangers, tá teir spældu á útivølli móti týska Stuttgart. Dysturin endaði nevnliga við 1-1 javnleiki, eftir at Bougherra javnaði týsku leiðsluna eitt lítið korter fyri leiklok. Í hinum dystinum í bólkiunum vann Sevilla 3-1 á heimavølli móti Unirea Urziceni.