Maðurin, sum 9. desember í fjør skjeyt við høglbyrsu eftir løgregluni í Miðvági, skal ivaleyst fyri nevningating, tá hann einaferð kemur fyri rætt.
Michael Boolsen, fúti, sigur við in.fo, at tey vita ikki, nær málið kemur í rættin, men at talan verður ivaleyst um nevningating.
– Út frá støðuni har úti, kann ikki vera nógvur ivi um, at soleiðis verður tað, sigur Michael Boolsen.
Talan er um nevningating, tá møguliga revsingin er oman fyri fýra ár, og tað er altso hetta, ið Michael Boolsen sipar til.
Maðurin, sum skjeyt eftur løgregluni 9. desember 2019, varð raktur av skotum, tá løgreglan skjeyt aftur. Hann varð umgangandi varðhaldsfongslaður og fluttur á sjúkrahús, og hóast hann er langt útskrivaður av sjúkrahúsinum, hevur hann sitið í varðhaldi líka síðani.
Maðurin sat eitt skifti í surrogat varðhaldi, tí hann mátti undir skurð í Keypmannahavn fyri skotløstirnar.
Av tí at talan var um skottilburð við løgregluni, skuldi danski ríkisákærin kanna, um løgreglan í Føroyum hevði borið seg rætt at. Í oktober mánaði kundi Linda Hesselberg, ákæri, boða frá, at danski kanningarparturin var liðugur, og at ríkisákærin metti ikki, at nakað var farið skeivt fram.
Tí varð málið aftur flutt til Føroyar, og maðurin skal altso fyri føroya rætt.










