Undir avhoyringum í sambandi við Costa Concordia-vanlukkuna hevur ein 25 ára gomul dansgenta úr Moldova greitt løgregluni frá, at hon er skotin í skiparanum, Francesco Schettino, og at hon var gestur hansara umborð, tá skipið fórst.
-Ja, tað er rætt, at eg eri skotin í skiparanum, segði Domnica Cemortan, tá hon bleiv avhoyrd. Hon hevur fyrr sagt, at hon kendi skiparan, men at annars var einki samband teirra millum. Francesco Schettino, sum er 52 ára gamal, er giftur og eigur eina dóttur.
Dominica Cemortan hevur sagt undir avhoyringum, at hon var á brúnni, tá Costa Concordia sigldi á eitt sker og seinni sakk. Italskir fjølmiðlar siga, at hennara frágreiðing kann hjálpa køgregluni at finna útav, hvør var hvar, tá skipið fór á land.
Francesco Schettino situr í húsavarðhaldi, meðan málið verður kannað.