Sigling
Norrøna er farin at sigla til Skotlands. Fyrsta almenna ferðin hagar byrjaði í Havn mánamorgunin.
Eyðdis Hartman Niclasen, leiðsluskrivari á Smyril Line, tók ímóti innbodnu gestunum á Farstøðini, og vit avtalaðu av hittast aftur umborð, tá skipið var leyst úr landi.
Loyst varð um 8.30-tíðina við 347 ferðafólkum umborð, harav 162 skuldu av í Scrabster. Hini 185 skuldu halda leiðina fram til Bergens, umframt tey 57, sum komu umborð í Scrabster.
Heldur styttri
Veðrið var gott á ferðini úr Føroyum, men teir fyrstu tímarnar livdi skipið eitt lítið sindur í fríska lotinum, ið var.
Stívliga 12 tímar eftir fráferðina bakkaði skipið í fínasta veðri inn móti ferjuleguni í Scrabster.
Nú høvdu vit siglt 226 fjórðingar, og til samanburðar kann nevnast, at teinurin úr Føroyum til Lerwich í Hetlandi er 229 fjórðingar. Munurin er, sum teinurin millum Havnina og Nólsoy, tríggir fjórðingar.
Tummas Magnussen, stjóri á Smyril Line, hevði til stuttleikar sagt okkum, at ein skoti við sekkjapínu fór at taka ímóti okkum á bryggjuni – bara ein, tí skotar eru so gírigir! Teir vildu við øðrum orðum ikki spandera meira enn tann eina.
Men hetta varð altso sagt í skemti, sjálvandi.
Og tó.
So hvørt, sum hekkan á Norrønu nærkaðist ferjuleguni, hoyrdust hvøllir sekkjapíputónar, og tá eyguni leitaðu eftir bryggjuni eftir hátíðarligu tónunum, sóu vit ein einsamallan skota standa í sínum tjóðarbúna við sekkjapípu og spæla fyri gestum og nýggju farleiðini.
Tað, sum vit ikki vistu tá, var, at ein riðil av skotum við sekkjapípum stóðu longur uppi á bryggjuni, klárir til at blæsa í sínar pípur, tá fylgið, sum skuldi verða við til móttøkuna á Weigh Inn hotellinum í Thurso, kom koyrandi eftir bryggjuni.
Fólk savnaðust nú á afturdekkinum á Norrønu, tá manningin gjørdi seg til reiðar at royna nýggju rampuna, sum skotar hava gjørt.
Sum skilst, hava skotar higartil ikki brúkt so nógvan pening uppá atløguna hjá Norrønu, tí sjálv rampan er einki broytt.
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, sum saman við konuni var við á ferðina, helt fyri, at sjálvt býráðið í Klaksvík hevði brúkt fleiri miljónir krónur meira til rampu og atløgu enn skotar.
Verandi rampa í Scrabster er nevniliga bygd til ferjuna, sum regluliga siglir millum Orkneyoyggjar, Scrabster og aðrar havnir har umvegir. Sum skilst, er ferjulegan bygd við útjaðarastuðli, og tí vilja skotar ikki so fegnir umbyggja atløguna beinanvegin.
Alt gekk væl
Í staðin fyri at umbyggja ferjuleguna, so hon eisini riggar til Norrønu, hava skotar latið gera eina stóra landgongd, sum verður skumpað upp á rampuna á Norrønu, tá hon er komin at liggja, sum hon skal. Síðan koyra persónbilar og tómir bussar í land og umborð eftir hesi.
Báðar rampurnar – tann á Norrønu og tann nýggja hjá skotum - viga fleiri tons, og tá rampan á Norrønu hongur í ketum, sum nú skulu bera báðar í senn, er avmarkað, hvussu stór vekt kann koyra í land.
Persónbilar kunnu soleiðis koyra í land við fólki, meðan bert førarin sleppur at sita í bussinum, tá hann koyrir.
Trailarar kunnu ikki koyra í land av Norrønu í Scrabster, og tí kann skipið fyribils ikki flyta fisk úr Føroyum til Scrabster við verandi atløgu.
Sjálv ferjulegan í Scrabster alt ov smøl til, at Norrøna kann leggja sína stóru rampu niður á bryggjuna.
Siglingin hjá Norrønu til Scrabster er í fyrsta lagi ein roynd at vita, hvussu undirtøkan fyri hesi nýggju farleiðini verður.
Í summarferðaætlanini fer Norrøna at siga ein túr um vikuna úr Føroyum til Scrabster, og ein túr í vikuni eftir úr Scrabster á veg heimaftur til Føroya.
Sama er við farleiðini millum Føroyar og Lerwic í Hetlandi, sum nú verður sigld eina ferð um vikuna – á vegis úr Havn til Hanstholm og síðan heimaftur í vikuni eftir.
Fólk vóru spent eftir at vita, hvussu atløgan fór at rigga, og tað tók sína tíð hjá skipinum at leggja at.
Men alt gekk væl, og á brúnni segði skiparin, Alfred Joensen, at teir nú høvdu sett merkir í bryggjuna, so teir næstu ferð vita akkurát, hvussu lagt aftur ímóti ferjuleguni skipið skal liggja.
Hann segði seg ikki vænta, at trupulleikar verða at leggja at í Scrabster um summarið, men helt, at kanska mundi eysturætt og landnyrðingur vera eitt sindur keðiligar ættir á vetrardegi.
Skiparin helt annars, at hurðin, sum teir hava sett í skipssíðuna í stýriborði á dekki 4, passaði sera væl til skotsku landgongdina, sum ferðafólkið fór í land og umborð eftir.
Søguligur dagur
Tá klárt var at fara í land, fóru tey innbodnu, sum skuldu vera við til móttøkuna, saman í einum fylgi. Umboðsmaður fyri havnina í Scrabster var hin fyrsti, sum tók ímóti og heilsaði okkum við at taka í hondina á okkum øllum. Sveinur í Heiðunum, sum starvast hjá Smyril Line og hevur verið í Scrabster og fyrireikað avgreiðsluna har, læt skotan vita, hvørjir gestirnir vóru.
Millum gestirnar vóru eisini onnur tíðindafólk og myndafólk enn tey føroysku, sum hendan túrin vóru fáment í tali.
Skotski umboðsmaðurin fylgdist síðan við okkum niðan eftir longu og drúgvu landgongdini, sum øll er gird inni rættiliga langt niðan eftir bryggjuni. At síggja til, var rættiligt vaktarhald allan vegin niðan um girðingina – helst størri, enn vit høvdu væntað og eru von við í Føroyum.
Havnameistarin hjá Tórshavnar Havn, Jónsvein Lamhauge, hevði á orði, hvussu nógv fólk vóru knýtt at komuni hjá einum slíkum skipi, men ásannaði, at eftirlitið við ferðamannaskipum er nógv økt seinastu árini.
Uppi á bryggjuni stóðu tvær gamlar, men sera snøggar, svartar og skyggjandi Volvo-limousinur og nakrir mini-bussar. Onnur limousinan hevði lítla flaggstong við føroyskum flaggi standandi á hjálminum framman – til heiðurs fyri nýggju farleiðini og føroysku gestunum.
Andrass Róin, nevndarformaður í Smyril Line, Tummas Magnussen, stjóri í Smyril Line, eins og Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, vóru millum mest týðandi gestirnar úr Føroyum – og koyrdu tískil í limousinunum.
Andrass og Steinbjørn høvdu konurnar við í síni fylgi.
Ætlandi skuldi løgmaður, Jóannes Ejdesgaard, eisini vera við í føroyska ferðalagnum, men tá hann hevði játtað at verða við, hevði hann ikki hugsað um, at hann skuldi fáa vitjan úr Italiu somu dagar.
Hendrik Old og konan vóru av tilvild við Norrønu hendan túrin, og tey traðkaðu á ein hátt í staðið hjá løgmanni, tó ikki soleiðis at Hendrik umboðaði løgmann á ferðini. Hann og konan vórðu tó boðin við til onkrar av góðu máltíðunum, sum føroyska ferðalagið varð so væl forsýnað við á ferðini.
Tá vit komu nakað niðan eftir bryggjuni, stóðu fleiri skotar við sínum sekkjapípum og spældu so hátíðarliga fyri okkum, og tá vit komu til inngongdina til Weigh Inn hotellið í Thurso, stóð eisini ein ungur maður í skotskum búna og spældi so hvørt, sum gestirnir gingu innar grindina.
Hátíðarlig løta
Tíðin til móttøkuna var stokkut, tí Norrøna skuldi loysa aftur um ein góðan tíma ella so. Men hóast hetta, gjørdu gestablíðu og fryntligu skotarnir nógv burtur úr.
Longu, tá vit komu innar á hotellið, stóðu ungar gentur fyri okkum og bjóðaðu okkum vín og juice, og aðrar stóðu við bakkum við smáum køkubitum.
Tað var ikki soleiðis, at vit bert einaferð vórðu boðin at taka vín, juice og køkubitar, men aftur og aftur, meðan vit steðgaðu á hotellinum.
Hendrik Old, sum saman við konuni var í egnum bili, náddi eisini at verða við til móttøkuna, og millum aðrar kendar persónar, sum høvdu leitað sær á Weigh Inn hotellið hesa løtu, var Sofus Poulsen, sum umboðaði Føroyar í Bretlandi í meira enn fimti ár.
Hýrurin var góður og røðurnar, sum hildnar vórðu við móttøkuna, vóru lættar og stundum skemtiligar, tó eisini álvarsamar, tá stóri fiskaflutnigurin úr Føroyum til Bretlands – í gamlari og nýggjari tíð – varð havdur á lofti.
Andrass Róin, nevndarformaður í Smyril Line, tosaði vegna felagið við móttøkuna. Hann helt fyri, at hóast skotar í fótbólti vunnu á okkum, vilja vit kortini samarbeiða. Men so legði hann eisini aftrat, at tá Føroyar næstu ferð fara at vinna á skotum, fara vit eisini at vilja samarbeiða.
Jú, stemningurin var lættur, og í práti nevndi Jamie Stone, sum er politiskt umboð í hesum parti av Skotlandi, at hann hevði arbeitt í Føroyum og kendi føroyingar. Jamie spurdi eitt nú eftir Egili Toftegaard, sum í sínari tíð var stjóri á Handils-og Frystivirkinum í Fuglafirði.
Við móttøkuna vóru skotar mannaðir við eitt nú havnameistaranum í Scrabster, William Calder og Anne Dunnett, lordi í økinum.
Í stuttum práti við Sosialin vísti Sofus Poulsen á, at Ísland er besta “agnið”, sum hann tók til, hjá Norrønu vestanfyri. Landið er víðakent fyri síni sermerki, ikki minst heitu keldurnar, glesjarnar og søguligu støðini.
Gávur vórðu handaðar, og Andrass Róin fekk, sum umboð fyri Smyril Line, eina steinplátu við áskrift um hendan søguliga dag, nú Norrøna er farin at sigla til Scrabster.
Móttøkan prógvaði, at skotar eru sera fegnir um, at Smyril Line hevur valt Scrabster sum havn í summarferðaætlanini – og semja var um, at hesin dagurin, nú nýggja Norrøna fyrstu ferð legði til bryggju í Scrabster, er søguligur.
Væleydnað ferð
Komin umborð aftur, loysti Norrøna og helt leiðina fram til Bergens, har vit komu í fagrasta summarveðri út á seinnapartin týsdagin.
Mikudagin um 15-tíðina legði Norrøna aftur til bryggju í Havn eftir eina sera væleydnaða “jomfrúferð” í Skotlandi.
Leiðsla og starvsfólk á Smyril Line, sum við vóru í ferðalagnum, gjørdu hesa rundferð ógloymandi.