Skotski verkfrøðingurin Andy Sloan mælir skotum til at brúka Føroyar sum fyrimynd og knýta landið tættari saman við undirsjóvartunlum.
– Undirsjóvartunlar høvdu gjørt skotska samfelagið sterkari og meira burðardygt, sigur Andy Sloan við BBC.
Fyri 13 árum síðani var hann við til at gera eitt uppskot um at gera undirsjóvartunnil til Bressay í Hetlandi, men tunnilin varð ongantíð gjørdur.
– Undirsjóvartunlarnir hava havt stóra ávirkan á føroyska samfelagið. Tunlarnir hava styrkt samferðsluna munandi og hava givið fleiri borgarum styttri teinar til kjarnutænastur, sigur Andy Sloan.
Hann sigur, at tøkniligan menningin hevur gjørt, at undirsjóvartunlar eru ein veruligur møguleiki at menna skotska samfelagið eftir føroyskari fyrimynd.