Skot frá mjødnini

Lærarin og virkisráðgevin, Bergur Godtfred, kallar stílin hjá Øssuri Winthereig og Sjónvarp Føroya fyri revolvarajournalistik. Um rákið heldur áfram, missa vit innihaldið, og fokus verður sett á formin, heldur hann. Um hetta er ein skeiv gongd ella ikki, vil hann tó ikki siga nakað um, men hann leggur dent á, fjølmiðlarnir mugu gera sær sín leiklut greiðan

- Tað snýr seg um at skjóta skjótt frá mjødnini. Tískil kallast hatta revolvarajournalistikkur, sigur Bergur Godtfred, lærari og virkisráðgevi, um nógv umrødda stílin hjá Sjónvarp Føroya og Øssur Winthereig í valsendingunum herfyri.

Bergur Godtfred greiðir nærri frá hesum og sigur, at mann í sendingunum vil hava eitt ávíst svar uppá ein ávísan spurning, og tað gevur uppaftur minni pláss fyri argumentum. Meira verður hugt eftir, hvussu valevnini klára seg í formidlingini, og um tey klára at standa ímóti tí trýsti, sum er, tá mann ferðast í einum miðli, mann ikki er vanur við.

Bergur Godtfred heldur, at hatta rákið ikki er so modernað longur í grannalondum okkara.

- Hatta var modernað í londunum rundan um okkum fyri nøkrum árum síðan. Men har er mann farin eitt sindur frá tí aftur. Í Føroyum tekur tað dik á seg nú, sigur Bergur Godtfred

Sín leiklut greiðan
Bergur Godtfred er samdur við teimum, sum halda, at nógv nýggj valevni hava havt trupulleikar við revolvarastílinum.

- Rættiliga nógv hava klárað seg rættiliga illa. Hinvegin hevur Øssur ikki hjálpt teimum. Spurningurin er so, um tað er uppgáva hansara, greiðir ráðgevin frá.

Bergur Godtfred vil ikki siga nakað um, revolvarjournalistikkurin er ein skeiv gongd ella ikki, men hetta við at definera uppgávur, heldur hann vera avgerandi. Hann heldur, at Sjónvarp Føroya má gera sær sín leiklut greiðan, serliga nú tað er valstríð, um tað vil vera miðilin, sum formidlar ein boðskap uttan at ávirka hyggjaran, ella um tað vil vera ein miðil, sum ávirkar hyggjaran.

- Um hatta er ein skeiv gongd, veit eg ikki. Tað veldst um, hvat tað er, sum mann vil. Miðilin má gera sær greitt, hvør uppgáva hansara er. Vil hann ávirka ella vil hann ikki ávirka. Og so má hann fortelja teimum, sum koma í sjónvarpið, hvat tað er, hann vil. Trupulleikin er, at partarnir ikki vita, hvørji krøv og væntanir, teir seta hvørjum øðrum. Tá tað er greitt, kunnu teir møtast í einum felags formi og sleppa undan at fara skeivir av hvørjum øðrum, vísir Bergur Godtfred á.

Virkisráðgevin vil vera við, at tá valevnini og politikkarnir er vorðin tilvitað um hesi krøv og hesar væntanir, sum miðilin setir teimum, eigur tað at vera gjørligt hjá teimum at fara út og leita sær vitan og ráðgeving, um hvussu tey betur kunnu føra seg fram í fjølmiðlunum, nú tað ikki snýr seg so nógv um argumentir longur.

Ráð til flokkarnar
Um rákið heldur áfram, verður fokus sett á formin, og vit missa innihaldið. Hetta sæst longu í valsendingunum, sum hava verið, heldur Bergur Godtfred

-Hóast nógv klára seg illa, hava summi klárað seg væl, og tað er týðiligt at hetta eru fólk, sum eru von við formin sum t.d. fjølmiðlafólk, sigur Bergur Godtfred.

Framyvir vera teir ymisku flokkarnir noyddir at fáa sær eina fjølmiðlaætlan til vega, um teir vilja klára seg í hesum rákinum.

- Fyrst og fremst mugu flokkarnir ásanna, at øll eru ikki líka góð til alt. Summi hava servitan innan eitt, og onnur hava servitan innan okkurt annað. Tí muga flokkarnir gera sær eina fjølmiðlaætlan og velja fólk út, ið hava servitan innan hetta økið. Flokkarnir kunnu so taka fjølmiðlafólki út til júst ta uppgávu at taka sær av fjølmiðlunum undir valstríðnum, sigur Bergur Godtfred, sum millum annað hevur undirvíst í samskiftis- og lýsingarsálarfrøði, at enda.