Meðan vit føroyingar fegnast um, at gongur væl hjá Gilla R. Sørensen í Brann Bergen, so má samstundis staðfestast, at tað gongur ikki væl at fáa fólk at hyggja eftir dystum í bestu norsku fótbóltsdeildini, tippuliguni.
Eitt yvirlit, sum norska TV2 hevur gjørt vísir, at áskoðaratalið er minkað við 4.000 áskoðarum í snitt pr. dyst í bestu norsku fótbóltsdeildini. Jesper Mathisen hjá norska TV2 heldur, at vánaligu avrikini hjá norska landsliðnum, og vánaligu avrikini hjá norsku liðunum í evropeisku kappingunum hava havt sína ávirkan á afturgongdina.
Eitt annað, sum eisini ávirkar sambært Jesper Mathisen er, at fólk hava atgongd til nógvan fótbólt á netinum, at tey eru mettaði av fótbólti, og møta tí ikki upp á leikvøllunum kring Noreg.
Áskoðaragjøgnumsnittið til dystir í bestu norsku fótbóltsdeildini seinastu 10 árini:
2007: 10521
2008: 9812
2009: 8966
2010: 8113
2011: 7997
2012: 7005
2013: 6828
2014: 6961
2015: 6711
2016: 6971
2017: 6429 (aftaná 8 umfør).










