Áskoðaraplássini vóru seld øðrum

Landsdystur: Hóast rómurin hjá heimafólkinum var óvanliga stórur, so smæddust føroysku viðhaldsfólkini ikki burtur

Eina staðni millum trý og fýra hundrað føroyingar vóru kring vøllin í Prag leygarkvøldið. Tey frøddust sjálvandi um stóra undirhaldið inni á vøllinum, og á trimum støðum kring vøllin vóru føroysku litirnir at síggja millum eyðkendu kekkisku merkini. Hýrurin á tætt pakkaða áskoðaraplássunum var so góður, sum undirritaði ikki hevur upplivað síðani Holland og Ongland spældu á Wembley í EM endaspælinum í 1996, og tað sigur ikki so lítið.

Fyri ein part av føroysku áskoðarunum var tað harmuligt, at tað var klutur í hjá kekkisku vertunum:

? Vit høvdu keyp atgongumerki, sum FSF hevði fingið frá kekkiska fótbóltssambandinum, men tá vit vóru komin at sita, vísti tað seg, at kekkarnir eisini høvdu selt setrini til kekkiskar áskoðarar, og tað var keðiligt. Fólk vóru eitt sindur upproytt, og tað hevði við sær, at onkur noyddist at standa og onkur sá ikki allan dystin, visti onkur áskoðari at siga, men heildarfatanin var, at føroyingarnir høvdu havt nakrar framúr góðar dagar í Prag, og løtan á stadion var prikkurin yvir inum.