Skjótt kann vatn fyllast í

Arbeitt verður nú við at gera sjálvar svimjihyljarnar í Vági klárar

 

Tað gongur tann vegin, at føroyingar skjótt kunnu svimja í langhyli.

 

Í Vági arbeiða tey við fullari megi, og um vikuskifti komu menn frá útlendskum veitara at gera hyljarnar báðar lidnar, skrivar svimjihøllin á heimasiðu sínari.

 

Hetta arbeiðið tekur einar 10 dagar, og tað verður roknað við, at vatn kann fyllast í bæði 50 metra- og barnahylin í februar mánaði. Tað verður tó ein løta, áðrenn hetta verður gjørt. Í øllum førum eru boðini á heimasíðuni, at tey ikki tíma at fylla hyljarnar við køldum vatni, so hetta bíðar, til tann parturin av verkætlanini eisini er klárur.