Skjótihøllin tryggjar at løgreglufólk hava røttu førleikarnar

Michael Boolsen, fúti, heldur, at nýggja skjótihøllin er eitt stórt frambrot. Høllin tryggjar, at føroysk løgreglufólk hava røttu førleikarnar at brúka vápn

Arbeiðið við nýggju skjótihøllini byrjaði í 2017, og síðani hevur verið arbeitt miðvíst við málinum.

 

- Í 2020 kom skjótihøllin á donsku fíggjarlógina. Fíggingin kom úr norðuratlantisku puljuni. Eg vil takka føroysku fólkatingslimunum. Hetta hevur verið eitt drúgt arbeiði, sigur Michael Boolsen.

 

Løgreglufólkini skulu standa roynd í skjóting tvær ferðir um árið.

 

- At standa royndina er ein fyritreyt fyri at bera vápn, sigur Michael Boolsen.

 

Nýggja høllin er eitt stórt frambrot.

 

Frammanundan vórðu skjótivenjingar og royndir gjørdar úti millum seyð. Tá vóru nógv atlit at taka, tí umframt veður og vind, var eisini neyðugt at hugsa um lembing og annað.

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

Danski løgmálaráðharrin Peter Hummelgaard klipti reyða snórin