Í morgin 16. november klokkan eitt, verður fyrsta skotið í Fámjinstunlinum, latið av. Í tí sambandi verður hátíðarløta við smiðjuna hjá Landsverk í Ørðavík.
Har fer Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk, at bjóða vælkomin og at halda røðu. Eftir hann fer Egon Rasmussen á myndini, og sum er elsta fólkið í Ørðavík, at lata fyrsta skotið av.
Fámjinstunnilin verður umleið 1200 metrar langur, við tveimum breytum. Tunnilin far alla ta kravdu trygdarútgerðina, ið ein tílíkur tunnil skal hava í dag.
Avtalan við J&K Petersen er á umleið 150 mió kr, men tilsamans kostar arbeiðið 207 mió kr. Seinni í ár er ætlanin at bjóða el-arbeiðið í tunlinum út, ið er alt arbeiðið, við eitt nú ljósum og trygdarskipanini. Eftir ætlan verður tunnilin liðugur á sumri í 2024.










