Skjeyt seg sjálvan

Løgreglan í Stockholm hevði ikki stórvegis trupulleikar av at handtaka ein innbrotstjóv nú um dagarnar.
Maðurin breyt inn í ein tubbakshandil í svenska høvuðsstaðnum, har hann noyddi starvsfólkini at geva sær pengarnar í kassanum. Maðurin var vápnaður við einari skammbyrsu, og tá hann var á veg út úr handlinum, var hann so óheppin at skjóta seg sjálvan í beinið.
Í handlinum ringdu tey eftir løgregluni. og løgreglumenninir høvdu ikki stórvegis trupulleikar av at handtaka mannin, sum lá bløðandi tætt hjá handlinum, sum hann hevði rænt. Maðurin varð fyrst fluttur á sjúkrahús til viðgerðar, men seinni fær hann eitt annað uppihaldsstað.