Tvey fólk doyðu, og fleiri løgreglumenn vórðu særdir, tá ein maður fór at skjóta eftir fólki inni í dómhúsnumi í býnum Wilmington í amerikanska statinum Delaware.
Løgreglan sigur, at maðurin fór inn í forhøllina í dómhúsinum, har hann skjeyt tvær kvinnur, sum doyðu. Løgreglumenn, sum vóru á vakt í dómhúsinum, skutu eftir manninum, men tað eydnaðist honum at særa fleiri løgreglumenn, áðrenn hann bleiv raktur so meint, at hann doyði.
Vanliga eru vápnaðir vaktarmenn í amerikonskum dómhúsum, men sjálv forhøllin er opin fyri almenninginum, og tí eydnaðist tað manninum at sleppa inn hagar við skammbyrsuni.
Hendingin í Wilmington verður uttan iva partur av orðaskiftinum um ta amerikonsku vápnalógina. Síðani hendingina í Newtown, har 20 børn og seks vaksin vórðu skotin, hevur Barack Obama, forseti, skotið upp at herða lógina. Men uppskotið fær harða mótstøðu frá teimum, sum halda upp á tann grundlógartryggjaða rættin at eiga vápn.