Eftir drúgvar kanningar av møguleikunum fyri at betra um tráðleysa breiðbandið, skrivaði Føroya Tele í vár undir avtalu við svensku fyritøkuna Ericsson um at seta upp eitt nýtt og framkomið breiðbandsnet í Føroyum. Úrslitið av hesum samstarvi er, at Føroya Tele í dag kann lata føroyingum 3G+, ið er grundað á mest framkomnu tøknina innan tráðleyst breiðband og fartelefoni.
- Aftan á útbyggingina hevur Føroya Tele hevur brúkt drúgva tíð upp á at testa netið soleiðis, at hetta lýkur góðskukrøv okkara, og at kundarnir harvið fáa eina dygdaruppliving, sigur Jan Mortensen, stjóri á FT Samskifti.
Hann sigur eisini, at nýggja netið hjá Føroya Tele stuðlar nú undir ferðir upp til 21 Mbps. Ferðin á haldunum er tó sett varliga, fyri at brúkarin fær lovaðu ferðina.
Í Havn, Klaksvík, á Skálafjørðinum og á flogvøllinum ber nú til at nýta 3G+ netið hjá Føroya Tele, og við hesum hava 55% av føroyingum møguleika fyri 3G+, umframt tey, ið ferðast yvir flogvøllin.
Tá ið netið verður liðugt útbygt, fevnir tað um meginpartin av bygdum landøki og føroyskum sjóøki.
- Hetta er við til at staðfesta okkara støðu sum fremsti veitari av samskiftistænastum í Føroyum, og vit eru sera fegin um at kunna bjóða kundum okkara hesar nýggju møguleikar, sigur Jan Mortensen, stjóri á FT Samskifti.
Fyri brúkaran merkir hetta, at ljóðgóðskan á telefonsamrøðum verður enn betri. Eisini verður tað væl skjótari at nýta internetið á fartelduni og fartelefonini.
Fyri at gera tað lætt og einfalt at nýta internet á fartelefonini, hevur Føroya Tele gjørt ein nýggjan fartelefonportal, ið er at finna á flags.fo. Har ber til at lesa tíðindi, síggja veðurtíðindi, fara á facebook, kanna vevmyndir og flogferðslu, fyri bert at nevna nøkur dømi. Eisini ber nú til hjá øllum kundum, sum hava hald frá Føroya Tele, at fáa teldupost umvegis fartelefon.
- Hetta er fyrsta stigið í okkara 3G+ ætlan, og nú vit hava fingið eina góða byrjan, eru vit farin undir stig tvey. Ætlanin er at útbyggja, so vit dekka føroyskt sjóøki, samstundis sum dekningurin á landi verður víðkaður. Harafturat ætla vit at koma við nýggjum tænastum, sum gagnnýta nýggja netið, sigur Jan Mortensen um víðari ætlanina við 3G+.