Landsstýrismaðurin biður løgtingið minka fiskidagatalið hjá smábátum við 5000 døgum, meðan restin av flotanum skal fáa fleiri fiskidagar gjøgnum eina nýggja brúksskyldu. Landsstýrismaðurin hevur neyvt fylgt tilmælinum frá tí eina liminum í fiskidaganevndini, hann sum umboðar stállínuskipini, sum skjýtur upp, at bólkur 5B missur 5000 dagar. Akkurat somu boðini komu frá Reiðarafelagnum. Nú havi eg sjálvur ein bát í bólki 5B, so sjálvandi kann man altíð verða mistonktur fyri at »hippa sína egnu veltu«. Men tað eru aðrar orsøkir til hesar reglur. Havi sjálvur verið við til at áseta fiskidagar oftari enn flest aðrir, og undrist tí yvir, at einans smábátar nú knappliga skulu vera vandamiklari enn allur hin flotin tilsamans, í og víð at ongin annar fær nakran niðurskurð, tvørturímóti.Hvørjir eru so hesir »vandafullu« útróðrarmenn? Rætt er, at tað er ein blandað forsamling, sum tað altíð hevur verið. Serliga í teimum vanligu útróðrarbygdunum í Føroyum.
Størsti bólkurin er helst fiski- og útróðrarmenn, sum eru farnir um tey 67 árini, og tí ikki kunnu verða í bólki 5A, orsakað av at teir fáa fólkapensión og samhaldsfasta, og sostatt fáa pensión sum samlað fer upp um kr. 52.000, sum er inntøkumarkið millum bólk A og B.
Ein annar partur sum er í B skipanini eru útróðrarmenn, sum rógva út í teimum plássum har mest verður róð út um summarið orsaka av lendingarviðurskiftinum. Fleiri av teimum útróðrarmonnunum hava róð út alt sítt lív. Tað er greitt, at ein so ógvusligur niðurskurður sum 5000 dagar vil føra til, at dagarnir verða uppi móti sumri, um veðrið í várróðrinum er nøkulunda.
Havi hugt eftir, hvussu støðan verður í teimum bygdum, eg kenni mest til, um fiskidagarnir verða uppi, sum teir sjálvandi verða, um uppskotið frá línubátafelagnum og reiðarafelagnum verður samtykt. Tað verða bygdur har ongin bátur sleppur út, aðrar staðni kann ein bátur av 8- 10 halda fram eftir at dagarnir í 5 B eru brúktir. Hevur landsstýrismaðurin hugsað um, hvør keypir ein útróðrarbát frá einum, sum er noyddur at selja, tí hann fyllir 67 ár? Er man so neyðtrongdur at avmarka nakrar smábátar, so má tað kunna gerast uttan at kappa høvdið av øllum. Eisini má hugsast um, at hesir bátar fyri ein stóran part halda lív í uppboðssølinum úti um landi.
Eg var nakrar dagar á norðhavinum í vár og avreiddi nakrar sentnarar á Eiði. Tað sum undraði meg mest var, at við undantaki av einum 3- 4 útróðrarmonnum, vóru allir hinir báðumegin tey 70 árini.
Hvussu vandafullir hesir eru fyri fiskastovnin kann síggjast á yvirlitinum fyri avreiðingar fyri 2009. Bólkur 5 B avreiddi 1722 tons alt árið 2009. Av teimum vóru 1035 tons toskur. Línubátarnir avreiddu samanlagt 10.000 tons í 2009, av tí var 2600 tons toskur, umframt íslandskvotuna. Munurin var bara tann, at bólkur 5B, teir 70 ára gomlu, onga krónu fingu í stuðli úr landkassanum, meðan hin parturin hevði brúk fyri góðum 20 milliónum í stuðli fyri at fiska síni 10.000 tons.
Seinastu árini eru bæði partrolara- og lemmatrolaraflotin minkaður niður í helvt, meðan talið av línubátum er økt munandi, samtíðis sum intøkan hjá manningini er lækkað tilsvarandi. Tað síðsta nýggja er, at Reiðarafelagið vil hava ALS-skipanina broytta, so at menn kunnu tvingast umborð á skip sum annars ikki fáa fólk. Eydnast hetta, samtíðis sum høvdið verður kappað av einum parti av teimum smærri útrórðrabátunum, hvat verður so næsta kravið?
P. s.: Allir húkabátar, sum hava loyvi at avreiða, hava loyvi at fiska makrel, men kortini krevur Fiskimálastýrið 500 kr frá hvørjum báti, sum framman undan hava loyvi at fiska, og sum eg havi skilt hava yvir 30 hoppað upp á hetta.