Jan Müller
Sosialurin hevur fingið upplýst, at her er talan er misskijingar. Guttormur Djurhuus, sum hevur umboðað føroyskar myndugleikar umborð einum av japonsku tunfiskaskipunum sigur, at tað er ógvuliga óheppið, at slík misvísandi tíðindi koma út í pressuna, tí hetta kann geva myndugleikum og felagsskapum í øðrum londum eina fatan av, at føroyingar og japanarar eru farnir undir stórhvalaveið í føroyskum sjógvi.
Hetta er ikki so. Guttormur Djurhuus sigur við blaðið, at ein nevhvalur fløktist í línuna á tí seinasta túrinum. Hvalurin var so mikið illa skæddur, at teir gjørdu av at taka lívið av honum. Síðani er hvalatvøstið endað í SMS.
Guttormur Djurhuus vísir á, at hetta varð fráboðað til Vaktar- og Bjargingartænastuna.
- Eg haldi tað er týdningarmikið, at slíkt ikki kemur skeivt fram. Ikki minst tá veruleikin er tann, at japonsku skipararnir taka fiskiloyvið, sum bert fevnir um tunfiskaveiðu, í størsta álvara. Tað er ikki hugsingur um at loyva hvalaveiðu av nøkrum slag.
Tað er annars nógvur hvalur at síggja, har tunfiskaskipini royna. Serliga er tað grindahvalur, nýsa og springari. Ein kann standa á dekkinum og skutla, so nógv er til. Men her er greiða talan hjá japonsku skiparunum: kortanei. Ongar ólógligheitir verða loyvdar.