Fimm amerikanskir hermenn eru ákærdir fyri at hava dripið sivilfólk í Afghanistan til stuttleikar, og myndugleikarnir bera ótta fyri, at málið kann skaða USA líka nógv sum píningin í Abu Ghreib-fongslinum í Irak.
Allir hermenninir nokta seg sekar.
Sambært ákæruritinum beindu hermenninir fyri trimum sivilfólkum, tá teir vóru á eftirlitsferð nærhendis býnum Kandahar har suðuri í Afghanistan. Ein av hermonnunum segði tá við ein av hinum, at tað var bara til stuttleikar, at hann hevði gjørt av við ein afghana.
Umframt teir fimm eru sjey aðrir amerikanskir hermenn ákærdir fyri at hava roynt at dylja drápini.
Verða teir fimm dømdir, kunnu teir fáa deyðarevsing ella lívlanga fongsulsrevsing.