Eitt skip við meiri enn 80 fólkum umborð er sokkið á einari á í Brasil Vanlukkan hendi á Solimoes-ánni, sum er i Amazonas-frumskóginum, og sambært fjølmiðlunum eru minst 12 fólk funnin druknað, og meiri enn 40 eru ikki komin afturíaftur.
Myndugleikarnir siga, at skipið hevði loyvi til at hava 50 ferðafólk, men tað ljóðar, at minst 80 fólk vóru við hendan túrin. Onkur kelda vil vera við, at ferðafólkini vóru 150 í tali.
Tey nógvu ferðafólkini vóru á veg til hús eftir at hava verið í veitslu í frumskógarbýnum Manaus, skrivar Reuters.