Skipið kundi farið í luftina

Finska løgreglan hevur skuldsett skiparan og stýrimannin á farmaskipinum Thor Liberty, eftir at løgreglan fann 69 rakettir og 150 tons av spreingievni umborð á skipinum, sum liggur við bryggju í finska havnarbýnum Kotka.

Skipið er skrásett á bretsku oynni Man, men tað er danska felagið Thorco, sum eigur tað.

Finska tíðindastovan YLE skrivar, at spreingievnið var so illa stúgvað í lastini, at tað kundi farið í luftina, tá skipið hevði illveður á leiðini til Finnlands. Sambært tollvaldinum var farmurin skrásettur sum fýrverk.

Stjórin í Thorco, Thomas Mikkelsen, sigur við svensku tíðindastovuna TT, at hann visti einki um, at skipið hevði rakettir og spreingievni í lastini. Sum skilst eru rakettirnar keyptar í Týsklandi og skuldu til Asia umvegis Finnland. Hinvegin er ikki greitt, hvør hevur keypt rakettirnar, og hvør skuldi hava tær. Men tankin um, at tær skuldu brúkast til yvirgang, er ikki heilt fjarur.