Virksemið hjá skipasmiðjuni P/F MEST í Havn hevur fingið umhvørvisgóðkenning.
Tað var hin 12. september í ár, at Umhvørvisstovan gav virkseminum hjá P/F MEST umhvørvisgóðkenning.
Í góðkenningini eru eitt nú settar treytir til innrætting og rakstur av virkinum fyri at fyribyrgja og avmarka dálking av umhvørvinum frá virkseminum í Havn.
- Virksemið hjá MEST er ný- og umbygging, umvælingar og viðlíkahald av skipum og øðrum flótandi eindum, sum antin liggja við bryggju ella verða tikin upp. Talan er bæði um stál- og timburskip.
Umhvørvisstovan vísir á, at í umhvørvisgóðkenningini er serligur dentur lagdur á, at útlátið av dálkandi evnum til bæði sjógv og luft, er so lítið sum gjørligt.
- Haraftrat er treyt sett til, at MEST í Havn skal hava eina umhvørvisstýrisskipan, sum eitt nú fevnir um skrivligar mannagongdir fyri stýring av virkseminum hjá MEST, so sum røkt av reinsiskipan, dálkingaravmarkandi tiltøk og fyribyrging av óhappum.
Stovnurin sigur, at dentur eisini er lagdur á, at virksemið ikki elvir til luktampar ella óljóðsampar í nærumhvørvinum.