GULLBERG SOKKIN: Tað var klokkan átta í morgun, at alarmurin í maskinrúminum á Gullberg fór í gongd.
- Maskinmaðurin var staddur á framleiðsludekkinum, og hann fór beinanvegin niður í maskinrúmið at vita, hvat var á vási. Men tá var longu so nógvur sjógvur í maskinrúminum, at har var einki at gera, sigur skiparin á Gullberg, John Martin Poulsen.
Teir høvdu bara lutfalsliga smáar pumpur umborð, og tær munaði als einki móti nógva sjógvinum, sum kom inn í skipið.
- Vit fingu ongantíð nakra veruliga peiling um, hvar skipið lak, men tað lak illa. Tað gekk rættiliga stutt tíð, til sjógvurin var uppi á framleiðsludekkinum, sigur John Martin Poulsen.
Tað lógu tveir mans og svóu, og teir vórðu vaktir beinanvegin.
- Øll manningin varð latin í yvirlivilsisdraktir og møttist á brúnni. Fleiri skip vóru í økinum, og tríggir mob-bátar fluttu so manningina av Gullberg yvir á Sjagaklett, sigur John Martin Poulsen, skipari.
Manningin á Gullberg telur átta mans og eina kvinnu, og tey hava tað øll eftir umstøðunum gott.
- Vit eru 8 tímar úr nærmasta landi norðan fyri, men vit hava ikki gjørt av enn, hvar vit fara. Tað verður støða tikin til á veg inn, sigur John Martin Poulsen.
Hann sigur, at alt gekk so ómetaliga skjótt.
- Alarmurin fór í gongd klokkan átta, og longu klokkan níggju var Gullberg sokkin. So alt gekk so ótrúliga skjótt fyri seg, sigur John Martin Poulsen, skipari á Gullberg.










