Arbeiðsskaði
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á skiparanum á Ljósafelli, søldfirðinginum, Ingolfi Rasmussen, í samband við skaðan, sum 16 ára gamli, Rógvi Danielsen, fekk umborð á Ljósafelli kristi himmalferðardag. Men vit hava tosað við reiðaríið hjá skipinum á Argjum.
Skiparans avgerð
Har siga tey, at tað er skiparin, sum metir um støðuna, tá ið slíkt hendir og tekur avgerð um, hvussu fram skal farast.
- Vit ivast onga løtu í, at Ingolf, sum royndur skipari, hevur gjørt tað, hann helt vera rætt, tá ið óhappið hendi umborð á Ljósafelli.
Reiðaríið sigur, at Ingolf er skilamaður og væl dámdur skipari, sum er góður við fólkið. Umborð á Ljósafelli hevur hann fingið tað besta burtur úr manningini, og tað hevur ikki staðið á hjá honum at fáa fólk.
- Tí ivast vit onga løtu í, at hann undir teimum umstøðum, ið vóru, gjørdi tað, hann helt vera forsvarligt og rætt at gera, siga tey á reiðarínum.