Skiparar og reiðarar fylgja saltfiski í Spaniu

Fiskavirkið, Kósin, hevur saman við línuskiparum og reiðarum í Klaksvík verið í Spaniu og fylgt saltfiskinum, sum Kósin útflytir.
<DPTAB>    - Hetta var ein frálíkur túrur, har veiðiliðið hevur sæð, hvar fiskurin endar, sum verður veiddur og seldur virkjunum, sigur Egil Johansen, innkeypsstjóri á Kósini

Fiskivinna

Í døgunum, 19.-24. september, vóru umboð fyri flest allar línubátarnar í Klaksvík á ferð í Spaniu saman við umboðum fyri fiskavirkið, Kósina.
Tað var Kósin, sum skipaði fyri ferðini og teir, sum vóru við fyri fiskavirkið, vóru Egil Johansen, innkeypsstjóri og Hanus Hansen, stjóri.
Umframt starvið, sum innkeypsstjóri, tekur Egil sær eisini av saltfiskasøluni hjá Kósini, og í hesum sambandi er hann niðri í Spaniu á kundavitjan einar 2-3 ferðir um árið.

Áhugaðir

- Vit spurdu teir, sum eiga línuskipini, um teir høvdu hug at
koma við okkum niður til Spaniu at síggja, hvar fiskurin endar, sum teir fiska. Jú, tað vildu teir fegnir. Øll línuskipini her norðuri vóru umboðaði á ferðini uttan tað eina, har tað ikki lá fyri at koma við.
Egil sigur, at skipini, sum vóru umboðaði á ferðini í Spaniu,
vóru Kvik, Jákup B, Polarstjørnan, Pison og Helena, sum er gamli Fuglfirðingur.
- Vit vóru bara í Barcelona og í økinum nærindis. Her selja vit nógvan saltfisk, og á ferðini sluppu skiparar og reiðarar at síggja, hvat spaniólar gera við saltfiskin.
Egil sigur, at Kósin hevur ein stóran kunda í hesum økinum, sum keypir nógvan saltfisk.
- Her sóu skiparar og reiðarar, at saltfiskafløkini verða útvatnað, skorin sundur og seld hotellum, supermarknaðum og annars á marknaðunum har niðri.
Spurdur, um keyparar har á leiðini ikki bera ótta fyri, at virkini í Føroyum fara at góðska saltfiskin meira, sigur Egil.
- Nei, tað kemur ikki uppá tal. Skulu vit gera tað sama við fiskin, sum tey gera í Spaniu, skulu vit hava stór virkir, nógv fólk og bilar til at røkka somu viðskiftafólkum, sum tey gera har niðri.
Hann vísir á, at Kósin hevur ein kunda, sum keypir nógvan saltfisk. Hesin selir so fiskin útaftur til ein hóp av keyparum, sum keypa úr lítlum upp í stórar nøgdir ? ja, heilt úr nøkrum fáum 25 kg. eskjum uppí plattar av saltfiski.
- Tað eru vanliga nógvar og smáar fyritøkur ella persónar, sum keypa og virka fiskin til hotellini, supermarknaðirnar og marknaðirnar annars. Hetta arbeiði verður ikki gjørt á stórum virkjum, men meira í kjallaralíknandi fyritøkum, har lítil og eingin útbúnaður er. Teir hava kanska eina bandsag, sum sker fiskin sundur. Annars eru hetta ikki virkir, soleiðis sum vit kenna tey her heima. Onkur keypir einar 5 eskur, útvatnar fiskin, sker hann sundur og fer síðan á marknaðin at selja, sigur Egil.
Á ferðini í Barcelona fingu umboðini fyri línuskipini høvu at fylgja fiskinum út í seinastu liðini.

Gott veður

Egil sigur, at veðrið á ferðini var av tí besta.
- Um dagin lá hitin uppí eini 28 stig og um náttina niður í 18. Tað var sól hvønn dag uttan tann eina, tá ið yvirskýggjað var.
Hann heldur, at bæði skiparar og reiðarar vóru stak væl nøgdir við túrin.
- Eg haldi, tað er ógvuliga umráðandi, at veiðiliðið sær, hvussu týdningarmikið tað er, at fiskurin verður so væl handfarin í fyrsta liðnum sum yvirhøvur gjørligt.
Egil vísir annars á, at saltfiskamarknaðurin er rímiliga góður og stabilur, og verður nøkur prísbroyting í næstum, væntar hann, at tað verður hin betra vegin.
- Føroyskur saltfiskur hevur gott orð á sær úti á marknaðinum, og tað er umráðandi, at vit varðveita hesa støðu.
Hann sigur, at føroyski saltfiskurin er hægri í metum enn bæði tann íslendski og norski ? og prísirnir, føroysku virkini fáa, er eisini væl betri, enn prísurin, sum grannarnir fáa.

3000 tons

Kósin í Klaksvík virkar saltfisk úr toski, longu og brosmu, men tað er toskurin, sum er hin berandi vøran. Lítil og eingin saltfiskur verður virkaður úr upsa í løtuni.
- Okkara samlaða saltfiskaframleiðsla er eini 3.000 tons um árið, harav umleið helmingurin er fløk og hin helmingurin flaktur fiskur.
Egil Johansen heldur, at føroyingar hava eina betri rávøru enn bæði íslendingar og norðmenn.
- Føroyski toskurin er øðrvísi og betur egnaður til saltfiskaframleiðslu enn hin íslendski og norski, sigur innkeypsstjórin og saltfiskasølumaðurin at enda.