Skipanin við vørugjaldi um keikantin má broytast!

Seinastu 15 árini, síðan ár 2000, hevur skipanin við vørugjaldi í samband við vøru, sum verður útflutt um føroyskan keikant, verið skipað frítt av kommununum. Í stuttum hevur skipanin virkað á tann hátt, at vøra framleidd í Føroyum hevur verið áløgd eitt gjald (vanliga 21,50 kr. tonsi), tá hon er farin um keikant til útflutnings, tvs. avskipað umborð á skip og flutt av landinum.

 

Fram til 1995 var galdandi onnur skipan, har vørugjaldið varð býtt ½ og ½ millum havnir, har fiskur var landaður og havnir har fiskavøran varð avskipað (um fiskurin varð avskipaður um aðra havn). Hendan skipanin skuldi tryggja, at kommunur, sum høvdu vinnuvirksemi og útreiðslur av at skipa vinnuøkir, fingu forrentning av “íløguni í vinnuøkir”.

 


Eftir 1995 varð skipanin broytt til tvey ymisk gjøld, eitt fyri fisk sum varð landaður og eitt fyri vøru sum varð avskipað. Hesi gjøld vóru ásett til at verða 12,00 kr. tonsi fyri landaðan fisk, og 21,50 kr. tonsi í vørugjaldi fyri vøru, sum varð avskipað um keikantin til útflutnings.
Í hesum tíðarskeiði varð vanligt, at fiskiskip landaðu í havnum kring landið, har flaka- og fiskavirkir vóru, og fiskavørur til útflutnings vórðu avskipaður við farmaskipum í havnum kring landið. –Og fingu flestar havnir / kommunur tí inntøkur av hesum.
 

 


Miðsavnan av avskipingarhavnum broytt alt
Seinastu 10-15 árini er farin fram stór útbygging av vegakervinum kring landið og koyrandi er til alsamt fleiri partar av landinum. Samstundis er farin fram ein miðsavnan av bæði landingarhavnum og avskipingarhavnum.

 


Væl útbygda vegakervið hevur gjørt, at tað er skjótt at flyta fisk frá landingarmiðstøðum kring alt landið. Somu viðurskifti eru fyri framleidda vøru, sum skjótt og lætt kann flytast í bingjum við trailara frá einum staði til annað í landinum.
Útbyggingingarnar av vegakervinum hava eisini ført við sær, at flutningsfeløgini hava miðsavnað sítt virksemi. Miðsavnanin er einamest í Havn, og merkir hetta, at ein heilt stórur partur av vøruni, sum verður útflutt, verður avskipað um keikantin í Havn.
Fyri økir kring landið hevur hetta stóra fíggjarliga ávirkan.


Fyrr sigldu farmaskip “bay av bay” og avskipaðu vøru til útflutnings og fingu kommunur vørugjald fyri hetta. Men miðsavnanin av avskipingarhavnum, einamest til Havnar, hevur ført við sær, at vørugjaldið fellur niður í Havn.


Fyri Vágs kommunu merkir hetta ítøkiliga, at bert lítil partur av teimum 40 – 50.000 tonsunum av fiskavørunum (laksur, turkaður fiskur, minkafóður og vanlig fiskaframleiðsla), og trollemmum o.ø. sum verður framleitt til útflutnings av virkjum í Vági, fer um keikantin í Vági. Størsti parturin verður fluttur í bingjum ella á lastbili norður á Krambatanga, norður við Smyrli til Havnar og síðani umborð á farmaskip í Havn.


Vórðu hesi 40 – 50.000 tonsini og hinar vørurnar avskipaðar um keikantin í Vági, so hevði hetta givið eina inntøku til Vágs Havn á umleið 1 mió. kr. Men hendan inntøkan fellur sum er til Tórshavnar Havn, sum onga útreiðslu hevur havt av at gera íløgu í vinnuøkir í Vági, og heldur ikki havt útreiðslur av rakstri í smb. við kommunalar tænastuveitingar til virkir á vinnuøkinum í Vági.
 

 


Somu viðurskifti eru galdandi fyri kommunur kring alt landið
Støðan í Vági er ikki eindømi í Føroyum, tí somu viðurskifti eru galdandi fyri nógvar kommunur kring landið.

 


Ein partur av stóru framleiðsluni á Varðanum Pelagic og Delta Seafood á Tvøroyri fer við Smyrli til Havnar og verður flutt av landinum um keikantin í Havn. Somu viðurskifti eru galdandi fyri framleiðsluna á flakavirkinum hjá TG Seafood í Hvalba.
Fiskaframleiðslan í Sandoynni verður at kalla øll útflutt umvegis Tórshavnar Havn. Ongin ella sera lítil avskiping er um keikantar í Vágum, í Vestmanna, í Gøtu, í Leirvík, á Eiði, á Strondum os.fr., hóast væl at framleiðslu av vøru til útflutnings er í hesum økjum.

 


Eisini í kommunum har sera nógv vinnuvirksemi er, verður ein munandi partur av framleiðsluni flutt til avskipingar í Havn. Til dømis verður meginparturin av framleiðsluni hjá Pelagos í Fuglafirði, 10-tals bingjur hvørja viku, flutt úr Fuglafirði við trailarum eftir landavegnum til Havnar til avskipingar.

 


Ein partur av framleiðslunu av vørum framleiddar í Runavíkar og Klaksvíkar kommunu verður eisini flutt til Havnar og avskipað um keikantin í Havn. Og við Skálafjarðatunnlinum og nýggju stórhavnini í Havn, so er ikki óhugsandi, at alsamt størri partur av vøruni, sum verður framleidd til útflutning, fer at fara um keikantin í Havn. Høvuðsendamálið við útbyggingini av Tórshavnar Havn er nettupp at fáa meiri um keikantin hjá Tórshavnar Havn.
 

 


Skeiv skipan, sum má fáast á beint!
Við øðrum orðum, so er støðan tann, at kommunur kring landið hava gjørt stórar íløgur í vinnuøkir og hava eisini munandi árligar rakstrarútreiðslur av vinnuøkjunum, men fáa sum er ikki vørugjald av vørum, sum verða framleiddar á hesum vinnuøkjum.


Hinvegin fer Tórshavnar Havn heilt stórar inntøkur av vørum, sum verða framleiddar kring landið til útflutnings; vørum, sum eru framleiddar á vinnuøkjum, sum Tórshavnar Havn og –kommuna als ikki hava verið partur av at útbyggja ella reka.
Greitt er, at talan er um eina skeiva skipan, tá kommunur, sum hava gjørt íløgur í 10-tals millióna klassanum í vinnuøkir, ikki kunnu fáa eitt framleiðslu- ella vørugjald til at forrenta íløguna.

 


 
Mugu fáa tvey gjøld: eitt framleiðslugjald og eitt vørugjald
Tíðin er komin til at skipanin verður broytt, soleiðis at vit fáa tvey ymisk gjøld: eitt framleiðslugjald og eitt vørugjald. Framleiðslugjaldið, t.d. helvtina av verandi vørugjaldi, sum er 21,50 kr. pr. tons, fellur til kommununa, har framleiðsluvirkið hevur heimstað. Og vørugjaldið, hin helvtin av verandi vørugjaldi, fellur til kommunua, sum eigur kei-kantin, har avskipað verður.

 

Hetta hevði ført við sær eitt rættvísari býtið, har kommunur sum hava veruligan kostna (íløgur og árligan rakstur) av at skipa karmar fyri vinnufyritøkur fáa eitt framleiðslugjald í samband við vøruna, sum verður framleidd á vinnuøkjunum.
Hendan broyting vil ávirka ymiskt hjá kommununum kring landið. Summastaðni vil ávirkanin verða stór, alt eftir hvussu nógv verður framleitt til útflutnings í kommununi, meðan aðrastaðni vil ávirkanin verða lítil, í teimum førum at lokal framleiðslan til útflutnings er lítil. Hetta hevði í ávísan mun ávirkað inntøkurnar hjá Tórshavnar Havn eitt sindur skeiva vegin, men lutvíst er talan um inntøkur, sum Tórshavnar Havn onkursvegna fær av “órøttum”. Sum heild hevði verið talan um eina rættvísari skipan, sum er grundað á hvussu nógv virksemi er í útflutningsfyritøkum kring landið.


Verður verandi skipan ikki broytt, so kann gerast neyðugt, at “framleiðslu-kommunurnar” leggja nýggj gjøld á vøru til útflutnings og á tann hátt “forrenta” íløguna í og raksturin av lokalum vinnuøkjum.
 
 
Dennis Holm,

borgarstjóri, Vágs kommuna