Skipanin við listastuðli verður endurmett

Arbeiðið við at endurmeta skipanirnar við listastuðli er farið í gongd, men enn ov tíðliga í tilgongdini til at siga, hvørjar broytingar ella tillagingar verða gjørdar

Tá nýggja samgonguskjalið varð undirskrivað 14. september í ár, stóð at lesa undir brotinum um mentan, at skipanin við mentanar- og listastuðli skal endurmetast. Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, sigur, at hann hevur biðið avvarandi embætisfólk um eina frágreiðing um skipanirnar við listastuðli, men at frágreiðingin er ikki klár enn, og tí er lítið ítøkiligt at siga um, hvørjar broytingar og dagføringar skulu gerast.

- Eg vil fyrst og fremst hava eina frágreiðing um, hvussu tað gongur fyri seg, og hvørjar royndir tey hava av starvslønunum. Hatta er ein øgiliga stór skipan, og har her nógv ymiskt í henni. Summi fáa í trý ár og so aftur í trý ár, meðan onnur fáa arbeiðsløn í eitt ár. Eg vil hava alt økið lýst, allar skipanirnar.

- Har eru so nógvar skipanir, og eg vil gjarna hava innlit í allar skipanirnar. At fáa lýst, um tær virka eftir ætlan og um vit fáa tað burturúr, sum vit eiga at fáa burturúr, so at siga, sigur Jenis av Rana, og leggur aftrat, tá frágreiðingin fyriliggur verður avgjørt, um grundarlag er fyri at gera dagføringar.

 

Avrikskrav er ein møguleiki

Jenis av Rana vísir á, at peningur til mentanarstuðul er sum allir aðrir pengar, sum fara úr landskassanum, og skulu tí umsitast á rættan hátt. Í løtuni er ikki nágreiniligt avrikskrav til starvslønirnar ella listafólkalønirnar, hóast móttakararnir skulu lata inn frágreiðing ella ávegisfrágreiðing. Men hesum verður hugt eftir, tá frágreiðingin frá avvarandi embætisfólkum fyriliggur, sigur Jenis av Rana.

- Tað er so ein partur av eftirmetingini. Um tað vísir seg, at vit geva bara pengar út, men ikki fylgir tí upp, tað er ikki nøktandi. Hatta er eitt arbeiði sum alt annað. Tey fáa eina løn, sum svarar til eina løn hjá einum fakfólki. Tað merkir, at tað er eitt arbeiði, og vit mugu krevja eitt produkt.

- Ta skyldina havi eg sum landsstýrismaður yvir fyri teimum, ið vit taka pengar frá, sigur Jenis av Rana.