Viljálmur Gregoriussen er settur í starv sum stjóri á Skipaeftirlitinum Viljálmur Gregoriussen tekur fyrst í komandi ári við starvinum sum stjóri á Skipaeftirlitinum. Tað sigur Fiskimálaráðið í tíðindaskrivi
Viljálmur Gregoriussen er útbúgvin skipsførari og hevur harafturat tikið útbúgving sum civiløkonomur og teldufrøðingur. Hann hevur í mong ár arbeitt innan sjóvinnuøkið, millum annað í Mentamálaráðnum og í Søfartsstyrelsen.
Viljálmur Gregoriussen er í løtuni økisstjóri á Toll- og Skattstovu Føroya. Hann tekur við stjórastarvinum á Skipaeftirlitinum eftir Óla Hans Hammer Olsen, sum segði seg frá herfyri.










