Skipabygging kann skapa nógv arbeiðspláss

Umleið 65 starvsfólk á MEST vóru knýtt at verkætlanini við nýggja havrannsóknarskipinum Jákup Sverra – umframt eini 50 ársverk frá undirveitarum

 

Avbjóðandi ár hjá PAM Offshore

Tað hevur verið serliga avbjóðandi hjá dótturfelagnum hjá Mest, PAM Offshore Service, at fremja sítt vanliga virksemi vegna avmarkingar í ferðamøguleikunum millum Noreg og Føroyar, skrivar Mest í tíðindaskrivi í sambandi við ársroknskapin.

PAM Offshore Service hevur tó valt at halda fast í góðu kundasambondunum og hildið á við virkseminum – hóast krøv og tilmælir um sóttarhald bæði í Noregi og í Føroyum. Tessvegna er eydnast at hava arbeiði í Noregi í meginpartinum av 2020, svarandi til 58 ársverk.

Nýggja havrannsóknarskipið Jákup Sverri var latið í fjør til avtalaða góðsku og prís. Umleið 65 starvsfólk á MEST vóru knýtt at verkætlanini umframt eini 50 ársverk frá undirveitarum.

Staðfestast kann, at skipabygging í Føroyum viðførir nógv avleitt virksemi til aðrar vinnugreinar. MEST fer at gera sítt til, at hetta kann gerast ein støðug vinnugrein í Føroyum.

Seinastu árini hevur MEST lagt seg eftir at økja um virksemið til vinnuna á landi. Umframt nógv virksemi innan alivinnuna hevur MEST økt um virksemi innan orkuøki bæði til fjarhita- og aðrar orkuútbyggingar. Harumframt er tað eydnast MEST at fáa í lag tænastuavtalur um viðlíkahald og umvælingar innan vindmylluøkið og sjóvarfalsorku.

Í kapping við aðrar fyritøkur í vinnuni eydnaðist tað MEST at vinna uppgávuna at byggja fyrstu føroysku grønu tvíkiljuna, sum verður latin Bakkafrost í desember í ár.

Skip, sum í dag verða bygd til føroyskar fyritøkur, eru av slíkari stødd, at tey ikki kunnu dokkast í verandi umstøðum í Føroyum. Tessvegna arbeiðir MEST miðvíst við at fáa til vega eina nýggja størri dokk, sum kann taka ímóti munandi størri skipum.

Samstundis verður arbeitt innanhýsis við at økja um effektivitetin og styrkja um kappingarføri hjá fyritøkuni og harvið bjóða kundunum eitt alsamt betri tænastustøði. 

Tað eru framhaldandi nógvar óvissur í samband við COVID-19 í mun til virksemið á MEST. Fyri vinnuna í Føroyum er serliga spennandi at fylgja við nær vend kemur í heimsbúskapin og tessvegna eftirspurningin eftir vørum og tænastum. Ein glotti er fyri framman nú koppsetingar fara fram kring allan heimin.

– Sum ein partur av føroysku virðisketuni kenna vit ábyrgd fyri at hava eina so væl virkandi framleiðslu- og tænastufyritøku sum møguligt. MEST og kundar okkara eru tengd at samskifti og samhandli við útheimin og gleða vit okkum til, at tað verður ein meiri vanligur gerandisdagur aftur í okkara vinnu,sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.