Skipa fyri Vetrarkapping

Tann fyrsta rennikappingin av átta byrjar næsta vikuskiftið

Næsta leygardag verður fyrsta umfarið av ársins Vetrarkapping, sum Frælsur Ítróttur Føroya skipar fyri.

 

Talan er um átta rennikappingar ymsastaðni í landinum.

 

Fyrsta umfar verður í sambandi við siðbundnu renningina “Runt Agnið”, sum byrjar við Tofta Skúla klokkan 11.00 leygardagin.

 

Fyri at gjøgnumføra Vetrarkappingina, skulu fimm av teimum átta umførunum rennast, men øll eru vælkomin at renna tey umførini tey hava hug til, sigur Frælsur Ítróttur Føroya á heimasíðu síni.

 

Umframt einstaklingakapping verður sum nakað nýtt eisini skipað fyri liðkapping í Vetrarkappingini.

 

Tey, sum kundu hugsað sær at luttaka í Vetrarkappingini, kunnu melda til á heimasíðuni hjá felagnum Frælsur Ítróttur Føroya áðrenn fríggjakvøldið klokkan 20.00 ella í seinasta lagið hálvan tíma undan startinum.