Skilji ikki at næmingarnir tora

Mikkjal Helmsdal, rektari á Studentaskúlanum í Hoydølum, veit, at fleiri næmingar skriva uppgávur av. Men við møguleikunum, sum alnetið gevur, er sera torført at verja seg fyri tí

Á sínari skrivstovu á Studentarskúlanum í Hoydølum situr Mikkjal Helmsdal, rektari. Hann veit væl, at fleiri av næmingunum, sum hann tekur í hondina á og handar prógv á hvørjum sumri, hava brotið lógirnar, sum skúlin ásetur.
Men hann veit somuleiðis, at skúlin hevur ongar møguleikar at verja seg fyri, at næmingar skriva uppgávur av.
Mikkjal Helmsdal staðfestir, at tíðin er farin frá verandi skipan og arbeiðshátti. Skúlin tryggjar grundarlagið hjá einstaka næminginum til endaligu próvtøkurnar við somu skrivligum uppgávum, sum dreingir og gentur, ið áður hava gingið á miðnámsskúla, hava skrivað.
- Men alnetið ger, at tað er eingin trupulleiki hjá næmingunum at fáa hendur í gomlum uppgávum. Um vit skulu verja okkum fyri tí, noyðist skúlaskipanin at endurskoðast. Og tað verður ikki gjørt eftir einum mánað, sigur Mikkjal Helmsdal, rektari.
Hann vísir á, at trupulleikin er eisini tikin til umrøðu í Danmark. Fjølmiðlar hava varpað ljós á málið, men tað er torført at loysa knútarnar í stundini.

Visti einki um próvtøkurnar
Fleiri lærarar varnast, at uppgávurnar, teir fáa frá næmingunum, eru avskrivaðar. Men tað er ymiskt, hvussu lærararnir geva sær far um tað. Teirra arbeiði er at rætta uppgávurnar, og ikki at traðka í leiklutin sum løgreglufólk og kanna, um tað er Anthon úr Svendborg, sum hevur skrivað uppgávuna í veruleikanum.
Rektarin greiðir frá, at fleiri verða tikin í royndini at snýta. Fleiri uppgávur fara í ruskspannuna um árið, tí tær eru avskrivaðar.
Sum er, fáa næmingarnir tvær ávaringar, áðrenn teir verða burturvístir. Fyrst frá lærarum, og síðan frá rektaranum.
- Men eg visti ikki, at næmingarnir snýta til próvtøkur. Tá er revsingin beinleiðis burturvísing, og eg skilji ikki, at næmingarnir hava dirvið til tað, sigur Mikkjal Helmsdal.

Snýta seg sjálvar
Trýstið á miðnámsskúlarnæmingarnar er ofta stórt. Fleiri skrivligar uppgávur skulu latast inn, og tað fer við nógvari tíð.
Tí er skjótt at leypa uppum, har garðurin er lægstur. Við at skriva av, vinnur næmingurin sær týdningarmikla tíð.
Men tað er ikki orsøkin til, at so nógvir føroyskir ungdómar fáa miðnámsskúlaútbúgving, sambært Mikkjal Helmsdal.
- Nei, tað er tað ikki. Fleiri stríðast hvønn dag fyri at koma á mál. Tað er ikki avskrivaðu uppgávurnar, sum halda lív í teimum, sigur Mikkjal Helmsdal, rektari á Studentaskúlanum í Hoydølum.